Nýggj útluftingsskipan í høllini og skúlanum

Farið er í gongd við at skifta útluftingsskipanina í ítróttahøllini og nýggja skúla, soleiðis at bygningurin verður klárur til nýggja skúlaárið og komandi hondbóltsárið. Tey, sum dagliga brúka skúlan og høllina, hava seinastu árini varnast, at inniluftin er versnað munandi. Serliga hevur luftgóðskan verið vánalig í skiftingarrúmunum. Við nýggju skipanini verða hitin og luftgóðskan innandura…

Klippið runnar og trø móti vegi

Summarið er komið og gróðurin er góður. Trø og runnar eru hjá fleiri farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri fjala trø ferðsluskeltir. Kommunan vil tí heita á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gongubreyt, gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum. Vit vilja minna á, at tað er…

Skúlin og høllin verða málað

Leingi er tað, ið væl skal vera, men nú skal tað vera.  Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar. Arbeiðið verður gjørt nú í summarfrítíðini, meðan virksemið í stóran mun liggur niðri, fyri at minka um órógv hjá næmingum, starvsfólki og íðkarum. Tað er eitt stórt øki,…

Minst til at skráseta oljutangan

Tað eru framvegis fleiri oljutangar í húsum í Vestmanna, sum ikki eru skrásettir. Tað hevur týdning, at tangarnir skrásetast, tí fyrsta januar 2026 blivu fleiri kanska ólógligir. Kunngerðin um oljutangar (2018) kravdi, at tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir, hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skuldu takast úr nýtslu í húsum,…

Útiøkið við Látipípuna dagført

Økið rundan um barnagarðin, Látipípan, hevur fingið eitt lyft – hetta fyri at skapa eitt innbjóðandi og fjølbroytt útirúm, sum bæði børn, starvsfólk og familjur kunnu fáa gleði av.  Í fjørsummar skiftu húsavørðarnir hjá kommuni graslíkið á vøllinum og gjørdu eitt trampolin- og klintriøki, samstundis sum teir eisini smíðaðu eitt eyka ítrivsrúm inni. Arbeitt verður…

Jóansøkubál og hugni

Børnini eru farin í summarfrí og summarið er yvir okkum. Tað verður hátíðarhildið fríggjakvøldið 26. juni, tá ið kommunan skipar fyri jóansøkubáli niðanfyri Johnsa handli.  Tú nýtist ikki at hugsa um nátturðan hetta kvøldið, tí grillaðar pylsur við tilhoyri verða at fáa, og ymisk leskandi verður til sølu – bæði til børn og vaksin. Eins…

Leitisvegur verður dagførdur og breiðkaður

Ein partur av Leitisvegi verður nú gjørdur av nýggjum og breiðkaður fyri at betra um ferðslutrygdina og gera vegin hóskandi til dagsins ferðslu.  Leitisvegur er ein av elstu vegunum í bygdini. Hann varð upprunaliga gjørdur til hestavognar og lagdur omaná eyr og mold. Hóast fleiri hava búsett seg á Leiti gjøgnum árini, og nógv virksemi…

Gera klárt til íbúðarbygging á Bakka

Økið á Bakka skal nú ruddast og gerast klárt at byggja á, tí níggju íbúðir skulu byggjast á økinum. Tað er eitt samtak hjá Poul Erik Johannesen, Hjartvard Kjærbæk og Jákup Andreas Lamhauge, sum skal byggja íbúðirnar.       Saman við Kolastykkinum var økið á Bakka herfyri boðið út til bústaðarbygging. Tá freistin var…