Kanjon skal umvæla og umbyggja skúlan

Vestmanna kommuna hevur skrivað undir avtalu við byggifyritøkuna Kanjon um at umvæla og umbyggja gamla skúlan á Kongsteigum.  Trý tilboð komu inn upp á arbeiðið, sum var mett at kosta beint oman fyri 60 milliónir krónur. Tilboðini vóru upp á 93-, 75- og 64 milliónir krónur. J&K Petersen, Articon og Kanjon buðu upp á arbeiðið.…

Málsviðgeri til barnaverndartænastuna

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfelaga til barnsburðarfarloyvisstarv í fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð frá 1. september 2026 ella skjótast til ber, til 1. august 2027. Barnaverndartænastan í VEKS er samstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur. Skrivstovan er á Oyrarbakka og har starvast fimm fólk. Endamálið við Barnaverndartænastuni…

Ferðslan á Fjarðastevnu

Nú Fjarðastevna verður um vikuskiftið og nógv fólk og bátar koma til Vestmannar, verður Niðari Vegur einsrættaður frá kl. 14.00 til kappróðurin er liðugur.  Privatbilar kunnu tó framvegis koyra eftir Ovara Vegi, bæði inneftir og úteftir. Heitt verður tó á øll, sum koma við kappróðrarbátum á sleip, um at koyra eftir Ovara Vegi, tá ið…

Konsert við gentukóri í kirkjuni

Eitt gentukór við 35 sangarum í aldrinum 13 til 20 ár, fara at syngja í Vestmanna kirkju hóskvøldið 2. juli.  Kórið, ið er úr Haderslev, er eitt sera virkið kór, ið er á palli 15-20 ferðir um árið í samband við konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk, bæði í heimlandinum og uttanlands. Afturat regluligu kórvenjingunum hvørja…