Umskipan í bygdarráðnum og nevndum

Nýggjur limur í Vestmanna bygdarráði er Fróði Bjarkason Skúvadal og nýggjur varaborgarstjóri er Karl Olsen. Á eyka bygdarráðsfundi í kvøld varð Vestmanna bygdarráð skipað av nýggjum, og broytingar vórðu eisini gjørdar í bygdarráðsnevndunum. Símin Jákup Højsted, ið varð næstvaldur í bygdarráðið á kommunuvalinum í 2024, hevur flutt bústað. Sambært kommunustýrislógini sigur ein kommunupolitikkari allar sessir…

Eyka bygdarráðsfundur 12. oktober

Eyka bygdarráðsfundur verður á kommunuskrivstovuni í Vestmanna mánadagin 12. oktober kl. 17. Mál á skrá: 15/26 – Umskipan av bygdarráðnum og nevndunum 16/26 – 2. viðgerð av umraðfesting til verkætlanina á Leitisvegi 17/26 – 2. viðgerð av umraðfesting av óbrúktum løgum á FÆ26 2/26 – Kunning um frágreiðing tænastugjald á tómum býlum í Vestmanna

Karamellubrekkan verður nú dagførd

Karamellubrekkan, sum hon verður rópt, verður nú grivin upp og nýtt lag og asfalt verður lagt á.  Ferðslan av gongufólki er nógv eftir gøtuni, sum er millum Toftaveg og Hallarveg, og serliga nú allir skúlaflokkar húsast í nýggja skúla. Arbeiðið er farið í gongd, rekkverkið er málað og maskina er byrjað at taka gamla tilfarið…

Spillvatnsarbeiði í Útibø

Nú verður farið undir at dagføra kloakkviðurskiftini í einum parti av Útibø.  Arbeiðið er ein liður í heildarætlanini fyri spillvatn hjá Vestmanna kommunu og skal tryggja eina betri og meira tíðarhóskandi spillvatnsskipan í økinum. Býlingurin í Útibø er gamal og harvið eisini leiðingarnar. Rørini eru betong, har summi eru illa farin og onnur brotin. Eisini…

Tilmelding til kvøldskúlan

Latið verður upp fyri tilmeldingum til nýggja kvøldskúlaárið klokkan 15.00 í dag.  Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av spennandi tilboðum til allar aldursbólkar.   Tilmeldingin fer fram her: Tilmelding til kvøldskúlaskeið   Tilmeldingin endar leygardagin 10. oktober klokkan 12:00. Kvøldskúlaskráin í Vestmanna er at síggja við at trýsta á myndina niðanfyri. Skráin til…

Stór konsert í Vestmanna

Helge Engelbrecht og Neighbours & Friends vera at uppliva á stórfingnari konsert í Vestmanna. Sangglaðu tónleikararnir, ið eru heili 15 í tali, eru á konsertferð í Føroyum í næstu viku undir heitinum “Fagra blóma”. Síðan 2009 hava Neighbours & Friends savnað túsundtals gestir til vælumtóktu summarkonsertirnar í Mariehaven. Nú verður bólkurin at uppliva á føroyskum…

Trø móti vegi skulu klippast

Mint verður á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at trø og runnar ikki er til ampa fyri ferðslu og gongufólk. Tað er fleiri staðni í bygdini, at trø og runnar hjá privatfólki hava fingið frítt at vaksa í summarmánaðunum og eru farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri…

Nú byrjar kvøldskúlaárið

Myrkari dagar og ein kaldur vetur merkir ikki, at vit fara niður í ferð – tvørturímóti. Nú byrja vetrarskeiðini hjá Vestmanna kvøldskúla og Kvívíkar kvøldskúla.  Kvøldskúlarnir bjóðar aftur í vetur eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilboðini eru fjølbroytt, og tað er okkurt bæði til børn…