Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

Gamli sløkkibilurin hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði verður nú skiftur út við ein nýggjan. Bygdarráðið hevur við 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 samtykt at seta pengar av til ein nýggjan sløkkibil. Núverandi sløkkibilur er frá 2000 og hevur sostatt 26 ár á baki. Aldurin er farin at merkjast, og fyri at hava eina trygga…

Minningarhald teirra sjólátnu

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum.  Minningarhald teirra sjólátnu verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. november klokkan 15.00. Lis Samuelsen, prestur, sigur nøkur orð og Vestmanna Sangkór framførir. Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná. Kommunan bjóðar eisini øllum á minnisvarðan, har minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum,…

Bygdarráðsfundur mikudagin 28. oktober 2026

Mikudagin 28. oktober kl. 17 verður regluligur bygdarráðsfundur í kommunuhølunum í Vestmanna. Mál á skrá á almennum fundi: 18/26: 1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Vestmanna kommunu 2027 19/26: 1. viðgerð av eykajáttan til luftkompressara til sløkkiliðið Mál á skrá á afturlatnum fundi: 3/26: Framløga av trivnaðarkanning á dagstovnaøkinum

Ungdómshúsið letur upp ræðsluhús

Gásarhold, dukandi hjarta og ræðsla. Ungdómshúsið Staðið bjóðar øllum í sonevnt ræðsluhús næsta vikuskifti, har spenningur og óvæntaðir hvøkkir eru á skránni. Gulu handilshúsini hjá John verða umskapað til eina ræðandi søgugongd, har gestirnir ganga gjøgnum myrkar smogur og møta ymsum óvæntaðum hendingum, sum kunnu fáa sjálvt tey djørvastu at gerast kløkk. „Ætlanin er, at…

Starvsfólk til Kongskjallaran í Vestmanna

Friðtíðarstovan Kongskjallarin søkir eftir námsfrøðingi ella námsfrøðiligum hjálparafólki – við stórari rørslugleði. Søkt verður eftir starvsfólki til Kongskjallaran at arbeiða 20-25 tímar um vikuna at byrja skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu. Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.   Leitað verður eftir eldhugaðum starvsfólki til Kongskjallaran, sum húsar 22…

Nýggj gøta og minnisplátur

Nú verður farið undir at dagføra gøtuna við minnisvarðan. Gøtan er í dag løgd við skervi, sum bæði ger hana trupla at halda og torføra at brúka hjá fólki í koyristóli og við barnavogni. Tí verður gøtan nú grivin upp, og nýtt og slætt tilfar verður lagt á, so hon verður lættari og meira atkomulig…

Fletting og burturbeining

Nú fjøllini verða gingin, er týdningarmikið, at leivdirnar frá flettingini verða rætt burturbeindar.   Tikið verður móti burturkasti frá seyði á Skilagátt, men tað fylgja treytir við móttøkuni. Tær eru: VEMBUR: Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur. VÆTA: Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar. LEIVDIR: Lat leivdir í plastposar,…

Tiltøk um jólini

Fyrireikingarnar til jólini í Vestmanna eru farnar í gongd, og vit kunnu avdúka, at nógv spennandi og hugnalig tiltøk vera á skrá, m.a. jólakonsertir og jólasølur.  Eitt nú vera fleiri tiltøk í handlinum hjá John. Sjálvur handilin verður prýddur við alkyns jólaprýði og handilsvørum frá 50- og 60unum. Íbúðin verður innrættað sum ein framsýning, har…

Nógvur vindur – tryggið leysar lutir

Trampolinir, havastólar og aðrir lutir, ið kunnu fara á flog, verður heitt á at tryggja, so teir ikki gera skaða.  Veðurforsøgnin sigur frá nógvum vindi og regni í dag. Fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. Seinnapartin skrið ella stormur sunnan, 18 til 23 m/s, samdrigið og regn. Ansið tí…