Nýtt skeið í lesi og skrivi app

Tað var so mikið stórur áhugi fyri fyrra lesi- og skrivi app skeiðnum, at tað nú verður skipað fyri einum eyka skeiði. Nýggjað skeiðið verður 3. apríl kl. 19.00 í bókasavninum, um nóg nógv teknað seg. VoisIT eitur appin, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at týða til onnur mál. Tú kanst tosa…

Reingerðarfólk til Gjáarlon

Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólki til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 3,5 tímar um dagin millum kl. 17:00 – 21:00.   Arbeiðsuppgávur: Starvið inniber alla dagliga reingerð av pørtum av dagstovninum. Nærri kunning um dagliga virksemi í Gjáarlon fæst her: Barnaansing   Persónligir eginleikar: Álítandi og ábyrgdarfull/ur Samstarvssinnað/ur og jalig/ur Røkin og arbeiðsom/samur Fleksibul og…

Jarðarinnar tími

Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30. Eisini í Vestmanna. Hendan tíman, tá ið vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, verða øll almenn ljós í kommununi sløkt. Tað var í 2009, at tað á fyrsta sinni var skipað fyri tíma jarðarinnar. Í dag verður tímin hildin um allan heim. Tú kanst…

Fullsett til báðar sýningar

Stórur áhugi er fyri at síggja heimildarfilmin “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”, sum er um vestmenningin, Róin Siggertsson. Tað er fult teknað til báðar sýningar í kvøld. Fleiri fólk eru á bíðilista og tí er av týdningi at boða kommununi frá, um tað er onkur, sum hevur fingið pláss, ið ikki kann møta kortini,…

Rundkoyring í Vestmanna

Ferðslutrygd hevur seinastu árini verið ovarliga á breddanum í Vestmanna kommunu, sum saman við ferðsluráðgeva og løgregluni hevur arbeitt við eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Sum liður í hesum verður í næstum gjørd ein rundkoyring á vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur. Tað var einmælt samtykt á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið. Endamálið við rundkoyringini er at bøta um ferðslutrygdina á vegamótinum,…

Válan verður 26. apríl

Setið X í álmanakkan leygarkvøldið 26. apríl, tí tá verður vælumtókta tónleikatiltakið, Válan í Vestmanna. Sum siðvenja er, verða konsertir við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, har tey spæla tvær konsertir hvør, so til ber at náa runt at lurta eftir øllum. Aftur í ár er tað Bakkavegur, sum verður karmur um Válanina. Konsertirnar verða í…

Hundalortar til ampa á dagstovnaøkinum

Tað er til stóran ampa fyri dagstovnaøkið, at summir hundaeigarar ikki taka upp eftir sínum hundum. Á dagstovnaøkinum boða tey frá, at tað alt ov ofta liggja hundalortar á spæliplássinum og frítíðarøkjunum rundan um Gjáarlon. Heitt verður á hundaeigarar um at taka upp eftir hundum sínum – hundaposar fáast til keyps í flest øllum matvøruhandlum.…

Skeið í lesi- og skriviapp

Vælkomin á lesi og skrivi app skeið 27.mars kl. 19:00 á bókasavninum í Vestmanna   Kennir tú føroysku appina VoisIt? Tað er ein framúr app, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at týða til onnur mál. Tú kanst tosa við hana og hon skrivar tað, ið tú sigur. Kennir tú forritið IntoWords? Tað…

Grannakaffi í Vestmanna skúla

Hjartaliga vælkomin til Grannakaffi í Vestmanna skúla Vestmanna skúli skrivar soleiðis: Ein partur av at ganga í skúla er at læra at hjálpa – eisini teimum sum longu hjálpa. Aftur í ár skipar Vestmanna skúli fyri Grannakaffi mikudagin 26. mars frá kl 9:50-11:20. Øll eru hjartaliga vælkomin – stór sum smá. Mikudagin 26. mars frá…

“Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” kemur heim til Vestmanna

Kom og uppliv heimildarfilm um vestmenningin og karismatiska tónleikaran, Róin Siggertsson. Fríggjakvøldið 21. mars verður heimildarfilmurin, “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” vístur á Miðnámi. Sama um hvussu trupul støðan er, so er tað eitt, sum ongantíð svíkjur – tónleikurin. Tá ið hann situr við klaverið, er hann er sannur úrmælingur. Filmurin lýsir lívs- og…