Starvsfólk: Tórhallur Egholm

Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í kommununi. Hesaferð varpa vit ljós á Tórhall Egholm og Skilagátt. Vestmanna kommuna hevur fleiri pensjónistar í starvi, sum eftir eitt langt arbeiðslív í øðrum yrki, nú arbeiða nakrar fáar tímar um vikuna hjá kommununi. Ein teirra er Tórhallur Egholm, sum er 75…

Nýggj ferðavinnuheimasíða

Ein nýggj heimasíða er nú tøk, har alt, ið Vestmanna hevur at bjóða gestum, er savnað á einum stað. Heimasíðan eitur visitvestmanna.com og er ætlað sum ein sýnisgluggi hjá ferðavinnuni í Vestmanna, og samstundis gera tað lættari og høgligari hjá gestum at leggja sína ferð til rættis. Á visitvestmanna.com er dentur lagdur á upplivingar, náttúru…

Tónleikatiltakið Válan 2026

Setið X í álmanakkan leygarkvøldið 25. apríl! Tá verður vælumtókta tónleikatiltakið Válan aftur í Vestmanna. Eftir ein dag, har vit hava heiðrað Merkinum á ársins flaggdegi, fara vit at njóta góðan, føroyskan tónleik um kvøldið, í hugnaligum umhvørvi og í góðum selskapi. Sum siðvenja er, eru konsertirnar 10 í tali, við fimm tónleikabólkum og einstaklingum,…

Lisa 100 ár

Í dag fyllir Lisa Simonsen, fødd Klein, 100 ár. Lisa er fødd í Vestmanna 21. februar 1926. Foreldur hennara vóru Hanna og Jóhan Klein. Tá Lisa bert var fýra ára gomul, mistu hon og systkini, Jógvan og Poula, mammu sína av tuberklum. Nøkur ár seinni giftist pápin uppaftur við Marin, og saman fingu tey trý…

Garðagøta verður nú gjørd

Í Vestmanna eru ikki færri enn 28 gøtur. Nakrar av gøtunum vórðu dagførdar í fjør og fyrraárið, og í ár verður enn ein gøta gjørd. Í farnu setu samtykti tekniska nevnd eina langtíðarætlan yvir gøturnar í bygdini. Í ætlanini varð staðfest, í hvørjum standi hvør gøta var, og í hvørjari raðfylgju tær skuldu umvælast. Hildið…

Skrá til bygdarráðsfundin 25. feb

Bygdarráðsfundur verður 25. februar kl. 17 á bygdarráðsskrivstovuni. Almenn mál á skrá: 89 – Marknaumskipan á matr. 205ca 90 – Broyting av bygdarskipan á matr. 319a 91 – Umsókn um stuðul til uttanlandsferð frá Vestmanna sangkóri 92 – Umsókn um stuðul frá Bátastevnuni 93 – Tilmæli um takið á nýggja skúla

Føstulávintsdisko á Staðnum

Komandi fríggjakvøld skipar Staðið fyri føstulávintshaldi fyri børn í aldrinum 4. til 6. flokk. Ger teg klár/kláran til eitt brak av einari veitslu! Fríggjakvøldið 20. februar     –     4. – 6. flokkur     –     Kl. 19.00 – 22.00 LIAM live – góður tónleikur og disko-hýrur! Lekrir drinks og snacks Stuttligar kappingar Flottasta grýla…

Tunnusláttur í ítróttahøllini

Árliga føstulávintshaldið við tunnusláttri, sum VÍF skipar fyri, verður í høllini føstulávintsmánadag 16. januar klokkan 16.00. Eins og vanligt er, vera tunnur til ymsar aldursbólkar. Steyp eru til grýlurnar, ið fáa tunnurnar niður, og øll børn fáa sunkist og okkurt søtt. Kostnaður er 30 krónur fyri børn. Tað er ókeypis atgongd fyri vaksin.

Starvsfólk í kommununi: Eyðbjørg Hansen

Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í kommununi. Hesaferð varpa vit ljós á Eyðbjørg Hansen og dagstovnaøkið. Eyðbjørg Hansen hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá Vestmanna kommunu í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan. Tá barnagarðurin Gjáarlon stóð…