Torgið lýsir gult og blátt

Hesar dagarnar er ein serligur dámur á Torginum. Stóru trøini, sum vanliga lýsa í mildum litum á jólum, lýsa nú gult og blátt. Orsøkin er, at Torgið er í hondbóltshýri, nú hondbóltskvinnurnar hjá VÍF skulu spæla hálvfinalu um vikuskiftið. Fleiri av barnaliðunum í bygdini hava spælt seg í finalurnar, sum er næsta vikuskiftið, so Torgið…

Eldradagur á Miðnámi

Sangur, fyrilestur, hugni og samvera. Skipað verður fyri einum eldradegi á Miðnámi leygardagin 28. februar klokkan 15.00. Tiltakið er ætlað øllum í aldrinum 60 ár og eldri. Tað eru limirnir í eldraráðnum í VEKS, sum skipa fyri. Nógv gott og viðkomandi er á skránni, og tiltakið er ókeypis.   Skráin: Kl. 15.00 Jens H. Jensen,…

Samstarv um demensøkið

Í dag skrivaðu forfólkini í Roðanum, Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænastu og VEKS undir avtalu um dagtilhald og umlætting til yngri við demens.   4. november í fjør legði landsstýrið fram á ting uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Ábyrgdin av dagtilboðum og umlætting til fólk við demenssjúku undir fólkapensjónsaldur…

Trappur, rekkverk og snøklar

Nógv smærri arbeiðir verða gjørd í kommununi næstu tíðina. Arbeiðini fevna m.a. um at skifta gomul rustaði rekkverk út við nýggj rekkverk úr rustfríum stáli, at stoypa trappur av nýggjum og rætta til, eins og aðrir snøklar verða stoyptir og asfalteraðir. Fleiri hava sikkurt varnast, at nýtt rekkverk er sett upp við trappurnar niðan í…

Leys størv í VEKS

Eldrasamstarvið VEKS søkir eftir starvsfólki.  Hevur tú hug at gera mun í gerandisdegnum og vera við til at skapa tryggleika, umsorgan og lívsgleði hjá eldri? So hava vit rætta starvið til tín í einum jaligum og stuðlandi arbeiðsumhvørvi, har umstøðurnar og fakleikin eru í hásæti. Talan er um størvini kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari og køksfólk.…

Starvsfólk í kommununi: Torbjørn Egholm

Komandi vikurnar fara vit at seta sjóneykuna á starvsfólk í kommununi. Á teimum ymsu økjunum í kommununi starvast nógv dugnalig og eldhugað fólk, sum hvønn dag gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði. Endamálið er at geva innlit í fjølbroytta arbeiðið í kommununi og í tey menniskju, sum standa aftanfyri tænasturnar. Fyrsta starvsfólkið hjá Vestmanna kommunu,…

Lendi boðið út til bústaðarbygging

Vestmanna kommuna bjóðar nú eitt øki á umleið 700 fermetrar út til bústaðarbygging.  Fleiri ynskja sær ein bústað í Vestmanna, og javnan spyrja fólk seg fyri um møguleikar at fáa fatur á einum bústaði. Tað eru bæði yngri og eldri fólk. Vit leggja sjálvandi nógv fyri, so tað letur seg gera at búseta seg her.…