Met nógv ferðafólkaskip í ár

Alsamt fleiri ferðafólkaskip leggja leiðina inn á Vestmanna. Í summar vitja heili 12 ferðafólkaskip, og er hetta tað mesta nakrantíð. Í fjør vitjaðu átta ferðafólkaskip, og í 2024 vóru tey sjey. Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum av ferðafólkaskipum, og nógv bendir á, at gongdin heldur fram. Longu nú hava 15 skip biðið…

Ung í arbeiði í summar

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 22. juni…

Frá fyrstu telefonlinju til fibur

Í meira enn 50 ár hava koparkaðalar verið grundarlagið undir telefonini og seinni internetinum í Vestmanna, men nú eru koparkaðalarnir farnir í søguna. Alt samskiftiskervið er nú skift út við fipurnet, ið eru evaraska smáir ljósleiðarar, ið geva væl skjótari ferð og meira álítandi samband. Tað er FT NET, ið hevur staðið fyri arbeiðinum. Tøkniliga…

Tónleikur, hugni og gott lag

Tað er at skunda tær, tí nú nærkast til vælumtókta tónleikatiltakið Válan fer av bakkastokki leygarkvøldið 25. apríl.  Ljóðið av vári, vinum, bygdafólki og góðum tónleiki – alt upp á eitt kvøld! Sum siður er, verða 10 konsertir við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, sum hvør spæla tvær ferðir. Hetta gevur tær møguleika at náa runt…

Konsert við spírum úr Hoydølum

Spennandi ungdómskonsert verður á Staðnum hóskvøldið við trimum av spírunum, ið vóru við í sjónvarpssendingini, Hoydalar.  Ein er okkara egni Bjarki Virgarsson og hini eru Anna Lovisa Mýri og Filip á Smið. Tey fara at syngja nøkur av løgunum, sum tey framførdu í Hoydølum. Eisini fer 12 ára gamli Liam Dávason at syngja sínar heimasmíðaðu…

Flaggdagshald og flaggdagshugni

Leygardagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á torginum í Vestmanna. Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, og bjóðað verður til kaffi og okkurt gott til góman. Skráin byrjar klokkan 15.00 við skrúðgongu frá ítróttahøllini til torgið, sum VÍF hondbóltur skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við. Klokkan 15.15…