Ítróttahøllin dagførd

Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina. Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í…

Blikk til nýggjárið

Á hvørjum ári prýða logandi blikk bygdina, tá ið vit bjóða nýggja árinum vælkomnum.  Nógv blikk skulu til, fyri at kunna lýsa allar vegir upp, og á hvørjum ári eru bygdafólk so beinasom at goyma blikkini gjøgnum árið til gamlaárskvøld ella lata tey inn á Skilagátt so hvørt. Fruktblikk er tó ikki ein vøra, sum…

Kommunulækni til viðtaluna í Vestmanna

Eitt spennandi kommunulæknastarv í Vestmanna er leyst at søkja. Í eini góðari og dagførdari læknamiðstøð, fer nýggi læknin at taka sær av eini 1443 fólkum úr heilsuøki 3, sum samanløgdu Vestmanna-, Eiði- og Vága læknadømir nú eita. Freistin at søkja er sunnudagin 4. januar 2026. Meira fæst at vita um starvið við at trýsta á…

Country tónleikur og jólahýrur

Í kvøld verður jólakonsertin við country konginum og drotningini, Halli Joensen og Kristinu Bærendsen í Silkienni.  Dyrnar lata upp klokkan 19.30 og konsertin byrjar klokkan 20.00. Kom í góðari tíð, fá tær eitt pláss og njót hugnaliga jólahýrin longu áðrenn konsertin byrjar. Til ber at keypa kaku, kaffi og ymiskt drekkandi á staðnum. Vit gleða…