Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni
Boris Alishev er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 5. mai til 18. mai 2025, báðir dagar íroknaðir.
Boris Alishev er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 5. mai til 18. mai 2025, báðir dagar íroknaðir.
Í sambandi við, at kórstevnan 2025 er í Vestmanna um vikuskiftið, verður boðað frá, at roknast kann við øktari ferðslu. Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri kórstevnuni í ár. 17 kór úr øllum landinum luttaka, umframt eitt íslendsk manskór úr Vestmannaeygum. Konsertin við teimum ymsu kórunum og felagskórinum verður í ítróttahøllini leygardagin klokkan 16.00,…
Í dag og næstu dagarnar verður arbeitt á Fitjum, og tað fer at ávirka ferðsluna nakað. Fyrraárið var karnappurin á húsunum á Niðara Vegi 49 tikin burtur, og nú verður garðurin, sum hoyrir til húsið, tikin burtur. Hetta fer at skapa betur sýni og eina tryggari farleið. Tá verandi garður er tikin niður, verður grótgarður…
Pero Sore er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 1. mai til 2. mai 2025, báðir dagar íroknaðir.
Aftur í ár skipar barna- og ungdómsøkið hjá VEKS fyri tiltakinum “Náttin er ung” saman við SSP. Tiltakið er fyri 7. og 8. floksnæmingar í Vestmanna-, Eiðis- Kvívíkar og Sunda kommunu. “Náttin er ung” verður i ár í Skúlanum við Streymin og verður fríggjakvøldið 9. mai. Tað verður ókeypis pitsa, drekka og gott undirhald og…
Vestmanna kommuna søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Vestmanna kvøldskúla at byrja 1. juni 2025 ella skjótast til ber eftir hetta. Um starvið Arbeiðið sum leiðari í Vestmanna kvøldskúla inniber at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna-…
Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin kl. 16. Hetta er ellinta ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up…
Flaggdagsrøðan hjá Hans Jacob Kollslíð til flaggdagshaldið í Vestmanna: Vælkomin til flaggsdagshald í Vestmanna og góðan flaggdag, øll somul. Tá ið eg fyri nøkrum mánaðum síðani varð spurdur, um eg vildi halda flaggdagsrøðuna í Vestmanna í ár, takkaði eg fyri álitið, men hugsaði beinanvegin við mær sjálvum, at frægast var nokk at bíða eitt sindur…
Fríggjadagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á Reyða torgi í Vestmanna. Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, kappróðrabátar verða flotaðir og bjóðað verður kaffi og vafflur. Skráin byrjar klokkan 15.15 við skrúðgongu frá høllini til Reyða torg, sum VíF skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við. Klokkan 15.30…
Sangir sum Kalli Katt, Súrligar Nætur og Villar Víddir verða at hoyra, tá væl umtókta tónleikatiltakið Válan verður í Vestmanna leygarkvøldið 26. apríl. Kári P. við bólki er nevniliga eitt av góðu nøvnunum, sum fer at framføra til Válanina í ár. Umframt hansara eldru sangskattir, fer Guðrið Hansdóttir at ríka okkum oyruni við sínari vøkru…