Julius og Rógvi tendra jólatræið

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 21. november kl. 17.00. Jólamaðurin, Julius, og hansara hjálpari, Rógvi, fara at tendra træið í ár.  Árliga jólahaldið á Torginum verður nakað øðrvísi í ár, enn tað, sum vit vanliga kenna til. Vit hava valt at gera jólahaldið serliga hugnaligt og stuttligt fyri okkara yngstu borgarar. Tað verða ongar…

Ein serligur gestur á vágni

Eitt franskt rannsóknarskip kom inn á Vestmanna í nátt.  Skipið, sum eitur Tara Polar Station, er ein flótandi granskingarstøð. Tað var liðugt bygt á vári í fjør. Tað hevur eitt serligt snið, fyri at standa ímóti trýsti frá ísi og fyri at kunna ferðast á ísi. Endamálið hjá Tara Polar Station er at granska og…

Gongubreyt í Miðalsbrekku

Nú verður farið undir at gera gongubreyt í Miðalsbrekku.  Fyrsta húsið í Miðalsbrekku stóð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin í vavi. Í dag eru 85 sethús, umframt aðrir bygningar. Harafturat eru nøkur nýggj sethús ávegis. Frá byrjan var ein vegøksl gjørd fram við vegnum, við tí í hyggju, at gera…

Neyst til Gamla

Nú verður eitt av neystunum sett í stand, sum kommunan eigur niðri við hylin frammanfyri John´sa handil. Ætlanin er, at neystið skal hýsa okkara elsta 10. mannafari úr bygdini.    Elsti Vestmenningur, sum í dag vanliga verður nevndur Gamli, varð smíðaður av Jógvani í Skálum í 1927 og sigst at vera fyrsti bátur í Føroyum,…

Skráin til bygdarráðsfundin 29. oktober

Bygdarráðsfundur verur mikukvøldið 29. oktober kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Til viðgerar eru hesi mál: Mál 66: 2. viðgerð av eykajáttan til kirkjugarðin Mál 67: 2. viðgerð av eykajáttan til gongubreyt Mál 68: Marknaskipan uttangarðs Mál 69: Ferðslusonur og ferðavmarkingar Mál 70: Umsókn at keypa Kolastykkið Mál 71: Leigusáttmáli millum Vestmanna kommunu og Vestmanna Arbeiðarafelag Mál…

Dramaskeið fyri børn

Hevur títt barn hug at spæla sjónleik? Nú verður skipað fyri dramaskeiði á Staðnum fyri børn í aldrinum 9 til 12 ár.  At venja sjónleik er sera mennandi, spennandi og gevur tær ikki bara betri førleika at spæla sjónleik, men tað styrkir eisini aðrar førleikar, sum eru hentir at hava í ryggsekkinum gjøgnum alt lívið.…