Staðið byrjar aftur

Ungdómshúsið, Staðið, letur nú uppaftur 🤘 Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur! Staðið letur dyrnar upp til nýtt ungdómsár týsdagin 2. september. Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti, spølum og nógv meira. 💬🎮🎨🎶…

Magnus verður tekniskur leiðari

Magnus Müller er settur í starv sum tekniskur leiðari hjá Vestmanna kommunu. Tekniska økið er tað mest umfatandi økið hjá kommununi, og nú stórar verkætlanir liggja fyri framman hevur bygdaráðið valt at víðka og styrkja um toymið við at seta ein leiðara. Magnus er 34 ára gamal, úr Vestmanna og útbúgvin byggifrøðingur. Hann hevur seinastu…

Vælkomin á Vestmannadagar 2025

Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku leggja dent á nakað av tí, sum bygdin hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at snikka eina so fjølbroytta skrá saman sum tilber. Samstundis, sum vit hava ídnar borgarar og virkið vinnulív í bygdini, ið geva…

Skrá til bygdarráðsfundin 27.08.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 27. august 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 51 Heimild at undirskriva skjøl. J. nr. 15152-1-2025   Mál 52 Umskipan av Trivnaðarnevndini.   Mál 53 Eykajáttan til umsókn um stuðulstímar í skúlanum – 2. viðgerð. J. nr. 1606202-2-2021   Mál 54 Eykajáttan til breiðking av parti…

Konsert við Urð

Konsert verður við bólkinum URÐ í Vestmanna fríggjakvøldið. URÐ er ein nýstovnaður bólkur við teimum trimum, Jógvani Joensen, Tróndi Bogasyni og Andreas Tykjær Restorf. URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir inn í ein nyskapandi og nútíðarligan ljóðheim. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein…

Pauli verður leiðari á Staðnum

Pauli Magnussen er settur í starv sum ungdómsleiðari í Vestmanna. Kommunan søkti í juli eftir leiðara til ungdómshúsið Staðið – og tað verður ein gamal kenningur, sum nú aftur fer at leiða ungdómshúsið í bygdini. Pauli Magnussen var nevnliga ungdómsleiðari hjá Vestmanna kommunu í 12 ár, frá 2008 til 2020. Staðið er staðið, har ung…

Tekniskur leiðari til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna sóknast eftir einum framfýsnum leiðara fyri tekniska økið í kommununi.    Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í gongd á tekniska økinum. Nevnast kunnu m.a. umbygging av…