Úr fimm niður í fýra nevndir
Stýrisskipanin fyri Vestmanna bygdarráð var broytt við 2. viðgerð á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið. Síðan nýggja bygdarráðið tók við, hevur verið arbeitt við at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdarráð. Avgerðin fevnir um at umskipa bygdarráðsnevndirnar frá at vera fimm nevndir til fýra nevndir. Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at mentarnarnevndin og trivnaðar- og umhvørvisnevndin eru lagdar saman…










