Jólahugni á Staðnum

Staðið skipar fyri jólahugna fyri tey ungu í desember. Fríggjakvøldið 12. desember, frá klokkan 19:00, verður skipað fyri jólahaldi fyri 7. flokki til 17 ár. Opið er til klokkan 01.00. Týsdagin 16. desember, frá klokkan 15:00 til 18.00, verður jólahald fyri fyri 4. – 6. flokki. Tað verður ymiskt jólaligt á skránni, m.a. pakkaspæl og…

Fundur um kommunalu ferðavinnuætlanina

Í samband við at Vestmanna kommuna skal lata inn kommunala ferðavinnuætlan til landið, verður bjóðað til fundar.  Fundurin er ætlaður øllum heimafólki, festarum og hagastýrum, umframt ferðavinnuaktørum, ið selja túrar ella ætla at fara undir virksemi við túrum í Vestmanna. Á skránni verður kunning um ferðavinnuætlanina og lagt verður upp til prát og viðmerkingar. Fundurin verður…

Fíggjarætlanin 2026 samtykt

Á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið samtyktið bygdarráðið við 2. viðgerð fíggjarætlanina fyri 2026. Sitandi bygdarráð arvaði fíggjarætlanina fyri verandi ár frá undanfarna bygdarráði, og er hetta fyrsta fíggjarætlanin, sum sitandi bygdarráð hevur skrúvað saman. Bæði persónsskatturin, ið er bulurin av inntøkunum hjá Vestmanna kommunu, og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár. Báðar inntøkurnar eru knapt…

Jólatiltakið á Torginum framskundað

Veðurforsøgnirnar boða frá nógvum regni allan fríggjadagin, tá ið jólatræið og jólaljósini á Torginum eftir ætlan skuldu tendra. Fyri at kunna halda fast í verandi skrá, har ljóð og undirhald er í hásæti, og fólk kunnu fáa turrar bollar og kakao við ongum regndropum í, verður tiltakið framskundað til í annaðkvøld klokkan 18.00 ístaðin. Vit…

Avmarkað salting av vegunum í Vestmanna

Bilurin, sum saltar vegirnar í bygdini tá kavi og frost legst, hevur tekniskar trupulleikar í løtuni. Arbeitt verður við at loysa trupulleikarnar, men fyribils er bilurin ikki fult førur í dag ella í morgin. Tað hevur við sær, at einans høvuðsvegurin í bygdini verður saltaður. Tí verður heitt á bilførarar í Vestmanna um at vísa…

Konsert við Kristinu og Halli

Kom og uppliv country kongin og country drotningina. Hóskvøldið 11. desember kl. 20.00, trína Hallur Joensen og Kristina Bærendsen á pall í Silkienni, saman við Beddi og Paula. Tú kanst gleða teg til eitt kvøld við rungandi og lívligum tónum til balladur og rørandi løg. Tað verður ein countrybuffet, krydda við jólaløgum. Atgongumerki kunnu keypast…

Skráin til bygdarráðsfundin 19. november

Bygdarráðið hevur fund komandi mikudag 19. november kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum eru hesi mál: Mál 76: Reglugerð fyri Spælhúsið Mál 77: Broyting í stuðulspolitikkinum Mál 78: Umsókn um byggiloyvi til umbygging av skúlanum Mál 79: 2. viðgerð av eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum Mál 80: 2. viðgerð av FÆ26

Tiltøk um jólini

Góður tónleikur, gløgg, jólasøla, hugni og annað, sum hoyrir jólunum til. Nógv góð og hugnalig tiltøk eru í Vestmanna um jólini, so ikki er neyðugt at keða seg. Í seinnu hálvu av november og allan desember er bygdin á tremur við hugnaligum tiltøkum, bæði fyri børn og vaksin. Trø, bygningar og brýr í bygdini verða…

Konsert við Stanley

Við síni kendu rødd og framúr gittarspæli bjóðar Stanley Samuelsen til eina konsert, har vit veruliga kunnu njóta ein av tungvektarunum í føroyskum tónleiki.  Konsertin við Stanley verður í Vektarbúðini týsdagin 18. november kl. 20.00. Stanley hevur spælt tónleik alt sítt lív og hóast hann er byrjaður at eldast, er raktur av Alzheimers og minnið…

Jólatræ úr egnari viðarlund

At hugsa grønt og endurnýta verður eisini ein partur av jólahugnanum í Vestmanna í ár. Stóra jólatræið, sum fer at prýða Torgið og bygdina um jólini, er úr viðarlundini í bygdini.  Fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi og í dag…