Skrúvað verður fyri vatninum
Vegna arbeiði á vatnverkinum verður skrúvað fyri vatninum í dag. Hetta er galdandi fríggjadag 10. januar 2025, frá klokkan 10:30 til arbeiðið er liðugt. Les eisini
Vegna arbeiði á vatnverkinum verður skrúvað fyri vatninum í dag. Hetta er galdandi fríggjadag 10. januar 2025, frá klokkan 10:30 til arbeiðið er liðugt. Les eisini
Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum…
Skúlabørnini í Vestmanna skúla saman við lærarum fara at skreiða í morgin, fríggjadag 10. januar, á ovara parti á Fjallsvegi. Tey skreiða og stuttleika sær frá klokkan 9:45 til 11:00. Bjóðað verður fransbreyð og heitt kakao. Vegurin verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hetta tíðarskeiðið.
Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.
Vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkin er helst, at borgarar lata vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra.
Ása Jacobsen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðinum: 6. januar til 12. januar 2025, báðir dagar íroknaðir
Tá ið starvsfólk møttu til arbeiðis í Gjáarlon í morgun, vísti tað seg, at eingin hiti var í bygninginum. Av tí, at tað er so bítandi kalt inni og líkt er til, at tað ikki verður fyrr enn út á dagin, at hitaskipanina koyrir aftur, hevur Gjáarlon tíverri stongt í dag. Kommunan og leiðslan á…
Sára Jógvansdóttir hevur nú tikið sætið sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu og hevur havt sín fyrsta arbeiðsdag á kommunuskrivstovuni. – Eg gleði meg at fara til verka, og tað er nógv, sum farast skal í holt við. Tíbetur hava góð fólk undan mær lagt góðar lunnar, so vit í dag búgva í eini vælvirkandi…