Vestmannadagarnir 2025

Gleð teg til fyrstu vikuna í september, tí tá vera árligu Vestmannadagarnir. Byrjað verður mikudagin 3. september og endað verður sunnudagin 7. september. Nógv gott verður á skránni og til allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu tiltøkini vera sjálvsagt aftur í ár, millum annað felags morgunmaturin og laksurin um kvøldið, men eisini vera fleiri nýggj og…

Summartónar

Kom og uppliv okkara egnu Angeliku Hansen á violin saman við harpuspælaranum, Thomas Loefke. Summartónar verða at hoyra í Faer Isles Distillery í kvøld, fríggjakvøldið klokkan 20.00. Vestmanna kommuna stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis og fjølbroyttar tónleikaupplivingar í Vestmanna. Hetta summarið hava verið tvær konsertir og konsertin í kvøld…

Klippið runnar og trø móti vegi

Summarið hevur verið sólríkt og lýtt, sum vit kunnu fegnast um, men tað merkir samstundis, at gróðurin hevur verið óvanliga góður. Trø og runnar eru hjá fleiri farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri fjala trø ferðsluskeltir. Kommunan vil tí heita á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gongubreyt,…

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Eins og vanligt er, letur kommunuskrivstovan aftur í tríggjar vikur í summar og starvsfólk fara í summarfrí. Stongt verður frá mánadegnum 21. juli. Opið verður aftur mánadagin 11. august klokkan 09:00. Eru átrokandi boð, eitt nú um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, ber til at ringja á telefon 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á…

Ársins herðaklapp

Á Vestmannadøgunum 2025 fer Vestmanna bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 6. september, í samband við Vestmannadagar, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør hevur uppiborið at…

Ungdómsleiðari til STAÐIÐ

Vestmanna kommuna leitar eftir ágrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ.   Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru í hásæti til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars. Staðið hevur opið fyri 4.- 6.…