Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni – vika 24 til 26
Jacob Kjærgaard er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 10. juni til 27. juni 2025, báðir dagar íroknaðir.
Jacob Kjærgaard er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 10. juni til 27. juni 2025, báðir dagar íroknaðir.
Vestmanna kommuna fer saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) at eggja borgarum í kommununi um at hjálpa til við at burturbeina skøruna. Garðaskøruvikan hjá FNU er byrjað og heldur fram til 8. juni, og tit kunnu sjálvi velja, hvønn dag tað liggur best fyri at fara út og týna garðaskøruna. Les vegleiðingina um,…
Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði at byrja 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu. Sum leiðandi húsavørður hevur tú ábyrgdina av viðlíkahaldinum av kommunalu bygningum, nýgerð, bæði inni og úti, nýtslu av teimum, samskipan av vasking í ávísum bygningum, at tekniskar skipanir virka og at menna húsavarðartoymið. Avgerð um setan verður grundað á eina…
Vit leita eftir einum framsøknum liðskipara at leiða Barnaverndartænastuna í VEKS, sum megnar at fremja gott og jaligt samstarv, og við fakligum nærlagni kann mynda barnaverndarøkið. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum, fakliga sterkum starvsfólkum, sum saman við tær hvønn dag gera mun og skapa úrslit. Endamál og uppgávur…
Nú byrjar várvøksturin at síggjast, og tí heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum. Vit vilja minna á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at vøkstur ikki er til ampa ella vanda fyri onnur – serliga út móti gøtum, vegum…
Fyrsta ferðafólkaskipið í Vestmanna hetta summarið, leggur at kai í kvøld. Talan er um marglætisskipið Le Champlain úr Fraklandi. Umborð eru 184 ferðafólk og manningin telur 118. Ímeðan Le Champlain vitjar Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini og eisini eru skipaðir gongutúrar í bygdini við lokalum frásøgufólki, har steðgað verður ymisk støð, millum annað í Faer…
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 23. juni…
Í samband við, at arbeiðið at breiðka vegin omanfyri kappróðrarneystið nú fer í gongd, verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring frá í morgin, mikudag 28. mai, til arbeiðið er liðugt. Vegurin verður stongdur gerandisdagar frá kl. 08:00 til kl. 17:00. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Ovara Veg.…
Frá í kvøld 23. mai kl. 20:00 til leygarkvøldið á midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu. Síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur Bátastevnu, og er hon eitt av hæddarpunktunum bæði…
Allar ljóskeldur í ítróttahøllini eru nú skiftar til LED. Tey gomlu armaturini eru tó í góðum standi, og eru borgarar í Vestmanna vælkomnir at fáa sær burturav. Armaturini eru á Skilagátt. Upplatingartíðirnar eru frá kl. 16:00 – 18:00 vanligar gerandisdagar og leygardagar frá kl. 14:00 – 17:00. (komandi bátastevnuleygardag er Skilagátt stongt).