Plantusølan flutt – Rørslureikan 2022
Vegna veður er plantusølan flutt til 22. mai 2022 kl 15:00 – 17:00. Hetta merkir at eingin plantusøla verður fríggjadagin 13. mai 2022 Dagførd skrá sæðst her: Skráin er dagførd tann 12.05.22
Vegna veður er plantusølan flutt til 22. mai 2022 kl 15:00 – 17:00. Hetta merkir at eingin plantusøla verður fríggjadagin 13. mai 2022 Dagførd skrá sæðst her: Skráin er dagførd tann 12.05.22
Søkt verður eftir tilkallingarvikari til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast arbeiði við føstum tímatali, men um avloysara, um sjúka ella skeið eru. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu. …
Vegna umvælingar, er Staðið stongt frá mikudegnum 11. mai til og við hósdagin 19. mai 2022. Ungdómshúsið Staðið
Avlýsing sunnudagin 8. mai 2022 kl 20:00 Gongutúrurin niðan á Loysingarfjall er avlýstur vegna veður. Rørslureikan 2022.
Tíðindaskriv frá VEKS VEKS tillagar egingjøldini Fyri at menna tænastustøði, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar VEKS egingjøld hjá borgarum, ið fáa tænastur frá VEKS. Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar tillagingar, um tænastustøðið skal…
Skráin er dagførd tann 4. mai 2022 kl 12:00. Broytingin er at gongutúrarnir sunnudag 8. mai og 22. mai býta um dagfesting. SUNNUDAGUR 08. mai 20.00- Gongutúrur niðan á Loysingarfjall. Møtið við vindmyllurnar. Hetta er ein lættur túrur, men síðsta strekkið niðaná, kann vera tungt fyri summi. Túrurin er áleið hálvanannan tíma. Ingi Olsen…
Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum…
Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið 23. apríl 2022 pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her
Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 30. mars 2022 tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini og ummæli frá Kirkjuráðnum um broyting í reglugerð fyri kirkjugarðarnar. Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum maki sín. Tað…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 4. mai 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerar fyri opnari hurð Mál 85 Tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini viðvíkjandi frítíðaransingini, í samband við fyrispurning frá Vestmanna Skúla um styttan skúladag til fyrsta flokk. J.nr.: 1606002-2-2022 Mál 86 Tilmæli frá Fíggjarnevndini til umsókn frá Bátastevnunevndini um…
Vestmanna Kommuna bjóðar hervið lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Tá søkt verður um brúksrætt til lendi, skal hetta gerast skrivliga við frágreiðing um, hvat ætlanin er at velta ella gróðurseta á lendinum. Áhugað skulu skrivliga søkja um brúksrætt antin við vanligum brævi ella við telduposti á vest-manna@vestmanna.fo. Reglugerð fyri…
Hevur tú hjarta fyri okkara eldru? VEKS søkir eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólki og frítíðaravloysarum. Vilt tú verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Vestmanna, Eiðis, Kvivíkar- og Sunda kommunu? Søkt verður eftir fólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum, náttarvaktum og í vikuskiftum. Sí nærri kunning og send umsókn á…
Góðu Vestmenningar Stóra takk fyri hendan heiðurin og hetta høvið, at bera fram nøkur orð á hesum hátíðardegi fyri merkinum. Júst hendan dagin fyri 82 árum síðan í 1940, varð merkið viðurkent sum okkara flagg av bretska hervaldinum. Jens Olivur Lisberg og aðrir góðir menn høvdu – meira enn tjúgu ár frammanundan í Keypmannahavn –…
Nú styttist, til vit øll fara at vála. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør. Skráin er hendan: 20:00 Dubultkvartettin 21:40 20:20 Lena & Niclas 22:00 20:40 Jens Marni 22:20 21:00 Høgni Lisberg 22:40 21:20 Frændur 23:00 Á fyrsta konsertstaðnum, tú fert á,…
Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin. Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, heldur røðu. Vestmanna Sangkór luttekur og vit syngja felagssang. Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður flaggdagsrenning. Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár og síggjast herundir. Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt…
Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið skipa fyri útferð til Gamla Hotelli í Miðvági (Magenta) og Fiskastykkið í Sandavági Mikudagin 27. apríl 2022. Farið verður av torginum kl. 11.00 Kostnaður er kr. 300,- fyri hvønn íroknað kostnaðin er ein tveyrættað menu á Magenta, og kaffi/køka á Fiskastykkinum í Sandavági. Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 25. apríl…
Arbeitt verður uppá vatnleka niðanfyri gomlu kommunuskrivstovuna. Vatnveitingin til Útibø kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.
Fríggjakvøldið 22. apríl er Silkienni karmur um ungdómstiltak við tónleiki, Dansi og Disco. Søren úr Hitmonnum, Marius DC og Jazzy Jazz eru tríggjar av okkara mest lívligu stjørnum, ið øll hava tað til felags, at trupult er at sita still meðan tey framføra. Hetta er annað ár á rað, at Vestmanna verður karmur um ungdómstiltak…
Kommunuskrivstovan er stongd frá 11. apríl. Opið verður aftur týsdagin 19. apríl kl. 9.00. Um tygum hava átrokandi boð til kommununa ella boð um jarðarferð, ber til at ringja til telefon 770 109. Um tygum hava boð viðvíkjandi drekkivatni og kloakk ber til at ringja til arbeiðsformannin á telefon 770 126. Barnaverndartænastan í VEKS svarar…
Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fimm ymisk støð leygarkvøldið 23. apríl 2022 leggja pall til fimm sera ymisk tónleikanøvn, alt frá Dupultkvartettini til Frændur. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Bólkarnir sum fara á hesar pallar eru Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Hvør…
“Hølið – har Bryggjan var fyrr” eitur nú Silkienni. Tann 4. februar 2022 skrivaði Vestmanna Kommuna út navnakapping til hølið á Bakkavegi 11. Vestmanna Kommuna hevur leigað hølið síðan 2017 og hevur nú sett umvælingar í verk til tess at dagføra tey til miðalstór mentanarlig tiltøk. Í hesum sambandi var eisini bjóðað til navnakapping. …
Týsdagin 29. mars 2022 fara vit at gera ymiskt páskaligt á bókasavninum. Opið er frá kl. 16 – 19. Børn og vaksin Øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygarkvøldið 26. mars kl. 20.30 – 21.30 verður tími jarðarinnar. “Earth Hour” er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 30. mars 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 79 Uppskot frá Teknisku Nevnd og tilmæli frá Fíggjarnevndini um reglugerð fyri nytslu av kommunalum lendum. J.nr.: 8216002-0-2022 Mál 80 Uppskot frá Havnanevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini um skaðan á pierin á Fitjum. J.nr.:…