Tíðindi

Skráin á bygdarráðsfundinum mikudagin 25. nov

Regluligur bygdarráðsfundur verður á kommunuskrivstovuni í Vestmanna, mikudagin 25. november kl. 17. Skráin er hendan: 20/26: At samtykkja bygdarráðs- og nevndarfundir 2027 21/26: 2. viðgerð av eykajáttan til kompressara 22/26: Umraðfesting av játtan frá skúlanum til Leitisveg 23/26: At samtykkja skattaprosent og barnafrádrátt 2027 24/26: Fíggjarætlan 2027 25/26: Uppskot til broyting í samstarvsavtalu VEKS 26/26:…

Tíðindi

Tað er sera hált

Tað er sera hált í bygdini. Tað tekur longri tíð hjá saltbilinum at koma runt í bygdini í dag 20. november. Har bilar standa fyri, sleppur maskinan ikki til. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga og at fólk til gongu eru ansin.

Leys størvTíðindi

Tímaløntir avloysarar til dagstovnaøkið í Vestmanna

Kom við umborð – verð partur av einum virknum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni. Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til dagstovnaøkið í Vestmanna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men at avloysa, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir avloysarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur,…

Tíðindi

Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í sambandi við arbeiði at breiðka ein part av Niðara Vegi verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, hósdag 19. november, og í morgin, fríggjadag 20. november, báðar dagarnar frá kl. 08.00 til 16.00. Stongdi vegateinurin er niðanfyri húsini hjá Mariu á Heygum. Tað verður tó framvegis møguligt at koyra til kappróðrarneystið og Burn. Meðan…

Tíðindi

Nógvur tónleikur um jólini

Tíggju konsertir og framførslur av ymsum slag vera á skránni í Vestmanna um jólini. Kommunan hevur lagt seg eftir í ár, at øll nøvnini á skránni annaðhvørt eru úr Vestmanna ella búgva í bygdini. Byrjað verður 22. november við jólahaldi og tónleiki, tá jólatræið verður tendrað. Tá fara Vestmanna Barnakór, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Sangkór…

Tíðindi

Nú byrja jólini í Vestmanna

Jólini í Vestmanna byrja sunnudagin 22. november.  Tá verður árliga jólahaldið á Torginum, har jólatræið verður tendrað, jólasangir fara at ljóða, og jólamaðurin kemur á vitjan. Í ár verður tað eingin minni enn gamli Kertustubbi, sum vitjar. Hann er helst kendur av bæði børnum og vaksnum, tí í 40 ár hevur hann, saman við Greytasleiki,…

Tíðindi

Skattalistin 2025 liggur frammi

Skattalistin fyri í árið í fjør liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni. Skattalistin liggur frammi frá í dag, fríggjadegi 13. november til fríggjadagin 27. november. Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 09:00 til 15:00.

Tíðindi

Fundur um broytingar á fjørðinum

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir? Eru broytingar farnar fram í Vestmanna? Eitt áhugavert tiltak um hetta verður í Spælhúsinum á bedingini í kvøld, har endamálið er at hoyra vestmenningar, hvussu teir hava upplivað, at fjørðurin og sundið er broytt gjøgnum árini. Tað er granskingarverkætlanin EcoFar, sum skipar fyri. Verkætlanin savnar og greinar bæði søguligar og…

Tíðindi

Dagføring av Niðara Vegi

Næsta stigið at gera Niðara Veg til eina betri og tryggari farleið heldur nú fram. Arbeiðið fer í gongd í vikuni. Arbeitt verður niðanfyri húsið hjá Mariu og Brynjólvi á Heygum. Garðurin, sum í dag avmarkar sýnið hjá bæði bilførarum og gongufólki, verður tikin burtur. Samstundis verður vegurin nakað breiðkaður og gongubreyt gjørd. Niðari Vegur…

Tíðindi

Jólafyrireikingarnar farnar í gongd

Arbeiðsfólk hjá kommununi eru farin undir at gera Torgið klárt til jóltíðina við jólaljósum og nokk av streymmátti til alt jólaprýðið. Vit gleða okkum at vísa tykkum eitt vakurt og jólaprýtt Torg, sum fer at glógva úr einum enda í hin við lýsandi tunli, myndarammu, gávupakkum, trøum og sjálvandi einum prýðiligum jólatræi. Eisini aðrastaðni í…

Tíðindi

Fyrstu minnispláturnar avdúkaðar

Fyrstu minnispláturnar við minnisvarðan vórðu avdúkaðar sunnudagin 1. november, á allahalgannadegi. Átta minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum vestmenningum, sum hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum á landi í árunum 1927 til 1969. Á plátunum stendur eisini, hvørja vanlukku tey vóru fyri. Nógv fólk leitaðu sær til minnisvarðan á allahalgannadegi at…

Tíðindi

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

Gamli sløkkibilurin hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði verður nú skiftur út við ein nýggjan. Bygdarráðið hevur við 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 samtykt at seta pengar av til ein nýggjan sløkkibil. Núverandi sløkkibilur er frá 2000 og hevur sostatt 26 ár á baki. Aldurin er farin at merkjast, og fyri at hava eina trygga…

Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum.  Minningarhald teirra sjólátnu verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. november klokkan 15.00. Lis Samuelsen, prestur, sigur nøkur orð og Vestmanna Sangkór framførir. Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná. Kommunan bjóðar eisini øllum á minnisvarðan, har minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum,…

Tíðindi

Bygdarráðsfundur mikudagin 28. oktober 2026

Mikudagin 28. oktober kl. 17 verður regluligur bygdarráðsfundur í kommunuhølunum í Vestmanna. Mál á skrá á almennum fundi: 18/26: 1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Vestmanna kommunu 2027 19/26: 1. viðgerð av eykajáttan til luftkompressara til sløkkiliðið Mál á skrá á afturlatnum fundi: 3/26: Framløga av trivnaðarkanning á dagstovnaøkinum

Tíðindi

Ungdómshúsið letur upp ræðsluhús

Gásarhold, dukandi hjarta og ræðsla. Ungdómshúsið Staðið bjóðar øllum í sonevnt ræðsluhús næsta vikuskifti, har spenningur og óvæntaðir hvøkkir eru á skránni. Gulu handilshúsini hjá John verða umskapað til eina ræðandi søgugongd, har gestirnir ganga gjøgnum myrkar smogur og møta ymsum óvæntaðum hendingum, sum kunnu fáa sjálvt tey djørvastu at gerast kløkk. „Ætlanin er, at…

Tíðindi

Starvsfólk til Kongskjallaran í Vestmanna

Friðtíðarstovan Kongskjallarin søkir eftir námsfrøðingi ella námsfrøðiligum hjálparafólki – við stórari rørslugleði. Søkt verður eftir starvsfólki til Kongskjallaran at arbeiða 20-25 tímar um vikuna at byrja skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu. Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.   Leitað verður eftir eldhugaðum starvsfólki til Kongskjallaran, sum húsar 22…

Tíðindi

Nýggj gøta og minnisplátur

Nú verður farið undir at dagføra gøtuna við minnisvarðan. Gøtan er í dag løgd við skervi, sum bæði ger hana trupla at halda og torføra at brúka hjá fólki í koyristóli og við barnavogni. Tí verður gøtan nú grivin upp, og nýtt og slætt tilfar verður lagt á, so hon verður lættari og meira atkomulig…

Tíðindi

Fletting og burturbeining

Nú fjøllini verða gingin, er týdningarmikið, at leivdirnar frá flettingini verða rætt burturbeindar.   Tikið verður móti burturkasti frá seyði á Skilagátt, men tað fylgja treytir við móttøkuni. Tær eru: VEMBUR: Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur. VÆTA: Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar. LEIVDIR: Lat leivdir í plastposar,…

Tíðindi

Tiltøk um jólini

Fyrireikingarnar til jólini í Vestmanna eru farnar í gongd, og vit kunnu avdúka, at nógv spennandi og hugnalig tiltøk vera á skrá, m.a. jólakonsertir og jólasølur.  Eitt nú vera fleiri tiltøk í handlinum hjá John. Sjálvur handilin verður prýddur við alkyns jólaprýði og handilsvørum frá 50- og 60unum. Íbúðin verður innrættað sum ein framsýning, har…

Tíðindi

Nógvur vindur – tryggið leysar lutir

Trampolinir, havastólar og aðrir lutir, ið kunnu fara á flog, verður heitt á at tryggja, so teir ikki gera skaða.  Veðurforsøgnin sigur frá nógvum vindi og regni í dag. Fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. Seinnapartin skrið ella stormur sunnan, 18 til 23 m/s, samdrigið og regn. Ansið tí…

Tíðindi

Varaleiðari til dagstovnaøkið í Vestmanna (endurlýsing)

Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til ítróttadagstovnaøkið. Talan er um eitt fast starv við 30-35 tímum um vikuna. Vit leita eftir einum ágrýtnum og nærverandi varaleiðara, sum brennur fyri at arbeiða við børnum, dugir væl at samstarva og hevur hug at seta síni fingramerki á menningina av einum serstøkum námsfrøðiligum umhvørvi, har vit leggja stóran…

Tíðindi

Umskipan í bygdarráðnum og nevndum

Nýggjur limur í Vestmanna bygdarráði er Fróði Bjarkason Skúvadal og nýggjur varaborgarstjóri er Karl Olsen. Á eyka bygdarráðsfundi í kvøld varð Vestmanna bygdarráð skipað av nýggjum, og broytingar vórðu eisini gjørdar í bygdarráðsnevndunum. Símin Jákup Højsted, ið varð næstvaldur í bygdarráðið á kommunuvalinum í 2024, hevur flutt bústað. Sambært kommunustýrislógini sigur ein kommunupolitikkari allar sessir…

Tíðindi

Eyka bygdarráðsfundur 12. oktober

Eyka bygdarráðsfundur verður á kommunuskrivstovuni í Vestmanna mánadagin 12. oktober kl. 17. Mál á skrá: 15/26 – Umskipan av bygdarráðnum og nevndunum 16/26 – 2. viðgerð av umraðfesting til verkætlanina á Leitisvegi 17/26 – 2. viðgerð av umraðfesting av óbrúktum løgum á FÆ26 2/26 – Kunning um frágreiðing tænastugjald á tómum býlum í Vestmanna