Tíðindi

Seinasta koronukanning í Vestmanna á hesum sinni

Nú koronutølini fyri Norðurstreymoy eru vorðin støðug, verður kanningarmiðstøðin í Vestmanna niðurløgd. Seinasta koronukanning í Vestmanna verður fríggjakvøldið 17. desember 2021 kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: Bílegg kanning á korona.fo.   Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna vilja hervið takka koronutoyminum fyri teirra góða arbeiði. Kanningar í Vestmanna vóru bert, í meðan smittutrýstið var so høgt…

Tíðindi

Starvslýsing: Høvuðskokkur, matgerðarmeistari ella matmóðir.

Fitt barn hevur mong nøvn. Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at starvast 20 tímar um vikuna á dagstovnaøkinum i Vestmanna. Starvið byrjar 10. januar 2022 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14.   Arbeiðsuppgávur Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag.   Førleikar Viðkomandi…

Tíðindi veks bumerki

Starvslýsing við freist 28. desember Veks – Heimið á Grønanesi

Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg. Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: • Sjúkrarøktarfrøðingar • Heilsurøktarar • Heilsuhjálparar…

Tíðindi

Ein drívmegi fer frá fyri aldur

Morið Olsen Gardy gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi hjá Vestmanna Kommunu. Ein hugnaløta var fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði,…

Tíðindi

Frítíðarskúlin og Staðið sambært víðkaðu tilmælunum

Sambært víðkaðu koronutilmælunum fara fólkaskúlin og frítíðarskúlin heim tann 15. desember 2021. Tó verður neyðansing skipað í frítíðarstovuni. Spurningar í samband við neyðansing kunnu stílast til Morten Hust Petersen á tlf. 770 130. Av tíð at brúkararnir á Staðnum eru skúlabørn, fylgir ungdómshúsið Staðið somu leiðst. Staðið steingir tíðskil frá 16. desember 2021. Frítíðarstovan og…

Tíðindi

Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið. Hugsa um hvat kann fara í hvíta, reyða og gráa posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á bingjuplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina…

Tíðindi

Koronukanningar 14. og 17. desember í Miðhøllini.

Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 14. desember 2021. fríggjakvøldið 17. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan.   Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn…

Tíðindi

Influensukoppseting av børnum 2-6 ár

Nú er møguligt hjá børnum millum 2-6 ár, at fáa koppseting móti influenzu. Koppsetingin er eitt nasapístr í hvønn nasaglugga, og skal endurtakast eftir 4 vikum. Koppsetingin er ókeypis. Vit vilja hervið eisini minna á, at enn er møguligt hjá eldri borgarum at fáa koppseting móti influenzu. Tíð kann fáast við at skriva á minlaekni.fo…

Tíðindi

Rottangatøming: Vestmanna kommuna

Reinsitænastan hjá IRF byrjar nú at tøma rottangar í Vestmanna.   Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.   IRF heitir tí á fólk um at tryggja:   ·         at tangin er lættur…

Tíðindi

Koronukanningar 7. og 10. desember í Miðhøllini.

Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 7. desember 2021. fríggjakvøldið 10. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan   Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og…

Tíðindi

Fíggjarætlan fyri 2022 samtykt

Vestmanna Bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi 29. november 2021 fíggjarætlanina fyri 2022. Skattaprosentið verður verandi 21,25 %. Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000, og gjaldið fyri barnaansing verður somuleiðis óbroytt (hvør familja rindar einans fyri 1 barn).   Høvuðstøl í fíggjarætlanini: Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2022 mettar at vera 66.498.000 kr., sum í…

Tíðindi

Koronukanningar í Vestmanna hesa vikuna.

Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: týskvøldið 30. november. fríggjakvøldið 3. desember. Bílegg kanning á korona.fo.   517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna. Fríggjakvøldið 26. november vóru 248 fólk kannað í Vestmanna. Vegna serliga umstøður kom kanningarútgerðin ov seint frá Sjúkrahúsverkinum, og koronutoymið kundi ikki fara til verka til ásettu tíð. Hetta elvdi…

Tíðindi

Spurnarkapping á Staðið FM 101

Nú leygarkvøldið 27. november 2021 kl. 20 er at seta seg væl til rættis og túna inn á FM 101, har Páll og Pauli borðreiða við lokalari útvarpssending við LIVE tónleiki og spurnarkapping, har títt húski kann vera við! Vinn eitt gávukort frá Disvoy à 1000 kr. Hoyrast á Staðið FM 101!

Tíðindi

Koronukanningar í Vestmanna

Nú verða koronukanningar gjørdar í Miðhøllini (Hallarvegur 16, 350 Vestmanna). Endiliga er avtala komin upp á pláss við Sjúkrahúsverkið um, at Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna kunnu kanna sínar borgarar fyri koronu í Vestmanna skúla. Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta…

Tíðindi

Fráboðan frá Vestmanna Skúla: Skúlin stongdur

Til foreldur at næmingum í Vestmanna skúla. Góðu foreldur, sum vit øll vita, so hevur korona smittan gjørt um seg í skúlanum í langa tíð. Nú eru rættiliga nógv smittað, og Lars Fodgaard Møller landslækni hevur verið í samband við skúlan í dag, og er komin við hesum boðum: Vestmanna skúli steingir vegna koronu frá…

Tíðindi

Nógvur vindur

ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Bođađ verđur frá nógvum vindi. Minst tí til at rudda alt burtur, iđ liggur leyst uttanfyri húsini og kann fara á flog.

Tíðindi

Kommunan pyntar til jóla, uttan savnandi tiltøk.

Vestmanna Kommuna er hart rakt av koronu í løtuni. Hetta er keðiligt fyri okkum øll, kanska helst fyri mongu børnini sum eru í sóttarhaldi, nú jólatræið skuldi tendrað og Jólamenninir skuldu koma á vitjan. Vit vóna, at tíðin skjótt fer at koma, har korona ikki ávirkar okkum so nógv longur, og at øll sleppa at…