Tíðindi

“Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” kemur heim til Vestmanna

Kom og uppliv heimildarfilm um vestmenningin og karismatiska tónleikaran, Róin Siggertsson. Fríggjakvøldið 21. mars verður heimildarfilmurin, “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” vístur á Miðnámi. Sama um hvussu trupul støðan er, so er tað eitt, sum ongantíð svíkjur – tónleikurin. Tá ið hann situr við klaverið, er hann er sannur úrmælingur. Filmurin lýsir lívs- og…

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 19.03.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 19. mars 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 18 Rundkoyring í vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur J.nr.: 513001-1-2025   Mál 19 Umsókn um stuðul – Bátastevnan 2025 J.nr.: 2000002-8-2025   Mál 20 Skráseting av oljutangum J.nr.: 1303002-4-2022   Mál 21 Eykajáttan til arbeiðir sum ikki blivu liðug í…

Tíðindi

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 1. mai 2025, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.   Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari…

Tíðindi

IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13

Í viku 12 bera vit rull við gráum posum út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.   Eyka gráir posar kunnu keypast…

Tíðindi

Kórfestivalur í Vestmanna

Árligi kórfestivalurin verður í Vestmanna í ár. Hann verður 2. og 3. mai í ítróttahøllini. Kór úr øllum landinum vera við, har tey fara at syngja hvør sær og eisini í einum felags kóri. Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri og Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum. – Vit eru sera fegin um, at hava fingið…

Tíðindi

Leki á vatnleiðing inni á Fitjum

Arbeitt verður uppá vatnleka inni á Fitjum. Vegna arbeiði verður skrúvað fyri vatninum frá Niðara Veg 35 til brúnna um Fossá. Hetta er galdandi frá fríggjadegnum 7. mars kl. 13:30 til arbeiðið er liðugt.

Tíðindi

Starvsdagar hjá Vestmanna sløkki- og bjargingarliði

– Gott samanhald og góðar umstøður at virka í ger, at fólk eru so leingi partur av sløkki- og bjargingarliðnum. Tað sigur Tóki Seloy, brunaumsjónarmaður. Um vikuskiftið vóru starvsdagar hátíðarhildnir hjá Vestmanna sløkki- og bjargingarliði. Ikki færri enn 12 fólk hava havt starvsdag og fríggjakvøldið vóru allir starvsdagar hátíðarhildnir og síðan var tunnusláttur á skránni.…

Tíðindi

Føstulávint í ítróttahøllini

Eins og siðvenja er førstulávintsmánadag í Vestmanna, verður skipað fyri tunnusláing fyri børn í høllini í dag. Tunnurnar verða hongdar upp til ymsu aldursbólkarnar og klokkan 16.00 bjóðar VÍF øllum grýlum innar til tunnusláing. Tunnukongar og drotningar fáa steyp. VÍF selir kaffi, køkur og annað gott. Kostnaðurin er 30 krónur fyri børn. Ókeypis atgongd er…

Tíðindi

Av og á skipan við Gjáarlon

Fyri at tryggja, at øll børn koma og fara frá barnagarði trygt og væl, hevur kommunan uppmerkt við grønum ein teig á áleið 60 metrar á niðaru síðu móti Gjáarlon. Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá ið tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin.…

Tíðindi

Kom og jamma í Silkienni

Dámar tær at syngja? Spæla gittar, trummur, bass? Kennir tú onkran, ið hevur hug at royna seg?   Fríggjakvøldið 28. februar frá kl. 19:00 til kl. 01:00, skipar Vestmanna kommuna fyri opnum jammi á Silkienni, har øll – ung sum gomul – eru vælkomin at luttaka. Nógvir lokalir og kringliggjandi tónleikarar vera við, men tú…

Tíðindi

Úr fimm niður í fýra nevndir

Stýrisskipanin fyri Vestmanna bygdarráð var broytt við 2. viðgerð á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið. Síðan nýggja bygdarráðið tók við, hevur verið arbeitt við at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdarráð. Avgerðin fevnir um at umskipa bygdarráðsnevndirnar frá at vera fimm nevndir til fýra nevndir. Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at mentarnarnevndin og trivnaðar- og umhvørvisnevndin eru lagdar saman…

Tíðindi

Filmsupptøkur í Vestmanna

Upptøkur til spælifilm hava verið gjørdar í Vestmanna í dag. Talan er um royndarupptøkur í Fonsdali og Bjarnadali til ein ræðufilm. Tað er Gudmund Helmsdal, ið er leikstjóri. Fleiri vestmenningar hava verið við í upptøkunum.   Filmsupptøkur í vár Ein størri filmsframleiðsla fer av bakkastokki í Vestmanna í apríl, tá ið upptøkur skulu gerast til…

Tíðindi

Spæl føroyskt í Vestmanna

Vestmanna kommuna bjóðar øllum at vera við, nú Spæl føroyskt vika er á skránni og føroyskur tónleikur ljómar runt landið. Endamálið er at varpa ljós á føroyskan tónleik, at skapa eitt fjølbroytt og spennandi umhvørvi fyri øll tónleikaáhugað og fagna okkara tónleikarum.   Tónleikur á Grønanesheiminum Hósmorgunin fara Atli Petersen og Kenneth Jones at vitja…

Tíðindi

Endurlýsing – Farloyvisstarv fyri námsfrøðing

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja…

Tíðindi

Endurlýsing – Avloysarar til dagstovnaøkið

Kom við umborð verð partur av einum virknum toymi á føroya einasta ítróttadagstovni Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað kemur fyri. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur,…

Tíðindi

Eldraráðið í VEKS hevur skipað seg

Eldraráðið í VEKS var valt móti ársenda í fjør. Á fundi við stýrið í VEKS í farnu viku, skipaði eldraráðið seg við Jens Jensen, úr Tjørnuvík sum formanni, og við Brynhild Joensen, úr Kvívík sum næstforkvinnu. Hinir limirnir í Eldraráðnum  í VEKS, eru Gunn Joensen, og Jákup Andreasen úr Vestmanna, Annvør Jacobsen av Eiði, og…

Tíðindi

Bygdarráðsfundur 26.02.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 26. januar 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 12 Stýrisskipan fyri Vestmanna bygdarráð J.nr.: 1002-1-2025   Mál 13 Umsókn um stuðul – Vestmanna sangkór J.nr.: 2000002-13-2024   Mál 14 Reglugerð fyri kirkjugarðar J.nr.: 431002-3-2024   Mál 15 Søluskúr við bátahylin J.nr.: 8206002-1-2025   Mál 16 Fyrispurningur…

Tíðindi

Maskinhøllin verður útbygd

Nú verður maskinhøllin bygd út. Í mong ár hevur maskinhøllin verið ov lítil til at hýsa allari útgerð og maskinum hjá Vestmanna kommunu. Tí hava aðrir bygningar eisini verið nýttir og bilar og stór akfør hava verið noydd at staði úti. Hetta verður nú broytt, tí nú skal alt undir tak og undir sama tak.…

Tíðindi

Bindiskeið við Sáru Mrdalo á bókasavninum

Týskvøldið 25. februar kl. 19 kemur Sára Mrdalo at hava bindiskeið á bókasavninum. Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% frá Navia handlunum. Ein kaffimuður verður eisini at fáa.   At hava við : ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks…

Tíðindi

Tekniskur leiðari til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu.   Á kommunuskrivstovuni starvast seks fólk. Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður.   Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í…

Tíðindi

Gjáarlon 20 ár

Í ár eru tjúgu ár liðin, síðan fyrstu børnini byrjaðu í Gjáarlon. Tað var tann 5. januar í 2005, at dagstovnurin lat upp. Børn og starvsfólk hava hátíðarhildið tey tjúgu árini við kaku, bollum og kakao. Nógv er broytt hesi árini, men framvegis er nógv við tað sama. Átta av starvsfólkunum eru tey somu sum…

Tíðindi

Farloyvisstarv fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja…