Gøtuljós óvirkin inni á Fjørð
Vegna skaða frá grevstri til fipursamband, eru gøtuljósini omanfyri Á handilin og Vestmanna Camping óvirkin. Skaðin verður bøttur, tá ið tað verður turt veður aftur.
Vegna skaða frá grevstri til fipursamband, eru gøtuljósini omanfyri Á handilin og Vestmanna Camping óvirkin. Skaðin verður bøttur, tá ið tað verður turt veður aftur.
Streymur er nú lagdur niðan í ovala økið í viðarlundini, samstundis sum lendið er gjørt av nýggjum. Í gjár bjóðaði viðarlundanevndin øllum at síggja nýgjørda økið. Fyri nøkrum árum síðan vórðu lyktapelar settir framvið øllum gøtum í viðarlundini, men stóra ovala økið, ið stundum er karmur um tiltøk og sum nógv fólk í Vestmanna annars…
Tað munnu vera nógv í Vestmanna, sum hava minnir um bedingsboyuna, og sum børn hava stuttleikað sær á henni. Eftir at hava verið i útlegd aðrastaðni í bygdini í nógv ár, er bedingsboyan nú aftur á bedingini. Bedingsboyan var til at binda í aftara endan á skipum, sum vóru á beding. Hildið verður, at boyan…
Nú kann Spælhúsið brúkast av áhugafeløgum í bygdini og annars bíleggjast til mentanarlig tiltøk v.m.. Á seinasta bygdarráðsfundi var ein reglugerð fyri Spælhúsið samtykt. Reglugerðin sæst við at trýsta her. Spælhúsið er ætlað til ymisk mentanarlig tiltøk í Vestmanna. Harafturat kunnu áhugafelagsskapir í Vestmanna leggja húsið av til sínar fundir og tiltøk. Spælhúsið kann ikki…
Vegna arbeiði við ein leka, er óstøðugt vatntrýst á Bakkavegi 30-46 í dag, týsdag 25. november frá kl. 10:30 til arbeiðið er liðugt.
Húsarhaldsposarnir, sum vanliga verða heintaðir mánadag í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum, verða hesa vikuna heintaðir í morgin, týsdagin 25. november.
Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári eina upphædd av á fíggjarætlanini til stuðul av ymsum slag. Størsti parturin av stuðlinum verur latin til trivnaðarátøk av ymsum slag, sum stuðla undir felagslívið í Vestmanna. Tiltøk og átøk, sum gera tað enn stuttligari og betri at búgva í Vestmanna. Í eina tíð hevur verið borið til at…
Staðið skipar fyri jólahugna fyri tey ungu í desember. Fríggjakvøldið 12. desember, frá klokkan 19:00, verður skipað fyri jólahaldi fyri 7. flokki til 17 ár. Opið er til klokkan 01.00. Týsdagin 16. desember, frá klokkan 15:00 til 18.00, verður jólahald fyri fyri 4. – 6. flokki. Tað verður ymiskt jólaligt á skránni, m.a. pakkaspæl og…
Í samband við at Vestmanna kommuna skal lata inn kommunala ferðavinnuætlan til landið, verður bjóðað til fundar. Fundurin er ætlaður øllum heimafólki, festarum og hagastýrum, umframt ferðavinnuaktørum, ið selja túrar ella ætla at fara undir virksemi við túrum í Vestmanna. Á skránni verður kunning um ferðavinnuætlanina og lagt verður upp til prát og viðmerkingar. Fundurin verður…
Á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið samtyktið bygdarráðið við 2. viðgerð fíggjarætlanina fyri 2026. Sitandi bygdarráð arvaði fíggjarætlanina fyri verandi ár frá undanfarna bygdarráði, og er hetta fyrsta fíggjarætlanin, sum sitandi bygdarráð hevur skrúvað saman. Bæði persónsskatturin, ið er bulurin av inntøkunum hjá Vestmanna kommunu, og eftirlønarskatturin hava roynst væl higartil í ár. Báðar inntøkurnar eru knapt…
Veðurforsøgnirnar boða frá nógvum regni allan fríggjadagin, tá ið jólatræið og jólaljósini á Torginum eftir ætlan skuldu tendra. Fyri at kunna halda fast í verandi skrá, har ljóð og undirhald er í hásæti, og fólk kunnu fáa turrar bollar og kakao við ongum regndropum í, verður tiltakið framskundað til í annaðkvøld klokkan 18.00 ístaðin. Vit…
Bilurin, sum saltar vegirnar í bygdini tá kavi og frost legst, hevur tekniskar trupulleikar í løtuni. Arbeitt verður við at loysa trupulleikarnar, men fyribils er bilurin ikki fult førur í dag ella í morgin. Tað hevur við sær, at einans høvuðsvegurin í bygdini verður saltaður. Tí verður heitt á bilførarar í Vestmanna um at vísa…
Kom og uppliv country kongin og country drotningina. Hóskvøldið 11. desember kl. 20.00, trína Hallur Joensen og Kristina Bærendsen á pall í Silkienni, saman við Beddi og Paula. Tú kanst gleða teg til eitt kvøld við rungandi og lívligum tónum til balladur og rørandi løg. Tað verður ein countrybuffet, krydda við jólaløgum. Atgongumerki kunnu keypast…
Bygdarráðið hevur fund komandi mikudag 19. november kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum eru hesi mál: Mál 76: Reglugerð fyri Spælhúsið Mál 77: Broyting í stuðulspolitikkinum Mál 78: Umsókn um byggiloyvi til umbygging av skúlanum Mál 79: 2. viðgerð av eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum Mál 80: 2. viðgerð av FÆ26
Góður tónleikur, gløgg, jólasøla, hugni og annað, sum hoyrir jólunum til. Nógv góð og hugnalig tiltøk eru í Vestmanna um jólini, so ikki er neyðugt at keða seg. Í seinnu hálvu av november og allan desember er bygdin á tremur við hugnaligum tiltøkum, bæði fyri børn og vaksin. Trø, bygningar og brýr í bygdini verða…
Við síni kendu rødd og framúr gittarspæli bjóðar Stanley Samuelsen til eina konsert, har vit veruliga kunnu njóta ein av tungvektarunum í føroyskum tónleiki. Konsertin við Stanley verður í Vektarbúðini týsdagin 18. november kl. 20.00. Stanley hevur spælt tónleik alt sítt lív og hóast hann er byrjaður at eldast, er raktur av Alzheimers og minnið…
At hugsa grønt og endurnýta verður eisini ein partur av jólahugnanum í Vestmanna í ár. Stóra jólatræið, sum fer at prýða Torgið og bygdina um jólini, er úr viðarlundini í bygdini. Fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi og í dag…
Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 21. november kl. 17.00. Jólamaðurin, Julius, og hansara hjálpari, Rógvi, fara at tendra træið í ár. Árliga jólahaldið á Torginum verður nakað øðrvísi í ár, enn tað, sum vit vanliga kenna til. Vit hava valt at gera jólahaldið serliga hugnaligt og stuttligt fyri okkara yngstu borgarar. Tað verða ongar…
Eitt franskt rannsóknarskip kom inn á Vestmanna í nátt. Skipið, sum eitur Tara Polar Station, er ein flótandi granskingarstøð. Tað var liðugt bygt á vári í fjør. Tað hevur eitt serligt snið, fyri at standa ímóti trýsti frá ísi og fyri at kunna ferðast á ísi. Endamálið hjá Tara Polar Station er at granska og…
Vegna arbeiði, er óstøðugt vatntrýst í Miðalsbrekku í dag. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.
Nú verður farið undir at gera gongubreyt í Miðalsbrekku. Fyrsta húsið í Miðalsbrekku stóð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin í vavi. Í dag eru 85 sethús, umframt aðrir bygningar. Harafturat eru nøkur nýggj sethús ávegis. Frá byrjan var ein vegøksl gjørd fram við vegnum, við tí í hyggju, at gera…
Nú verður eitt av neystunum sett í stand, sum kommunan eigur niðri við hylin frammanfyri John´sa handil. Ætlanin er, at neystið skal hýsa okkara elsta 10. mannafari úr bygdini. Elsti Vestmenningur, sum í dag vanliga verður nevndur Gamli, varð smíðaður av Jógvani í Skálum í 1927 og sigst at vera fyrsti bátur í Føroyum,…
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á ítróttadagstovnaøkinum í Vestmanna, sóknast…
Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni leygardagin 1. november klokkan 15.00 við Lis Samuelsen, presti. Vestmanna Sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.