Tíðindi

Klippið runnar og trø móti vegi

Nú byrjar várvøksturin at síggjast, og tí heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum. Vit vilja minna á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at vøkstur ikki er til ampa ella vanda fyri onnur – serliga út móti gøtum, vegum…

Tíðindi

Fyrsta ferðafólkaskip í ár

Fyrsta ferðafólkaskipið í Vestmanna hetta summarið, leggur at kai í kvøld. Talan er um marglætisskipið Le Champlain úr Fraklandi. Umborð eru 184 ferðafólk og manningin telur 118. Ímeðan Le Champlain vitjar Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini og eisini eru skipaðir gongutúrar í bygdini við lokalum frásøgufólki, har steðgað verður ymisk støð, millum annað í Faer…

Tíðindi

Ung í arbeiði 2025

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 23. juni…

Tíðindi

Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í samband við, at arbeiðið at breiðka vegin omanfyri kappróðrarneystið nú fer í gongd, verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring frá í morgin, mikudag 28. mai, til arbeiðið er liðugt. Vegurin verður stongdur gerandisdagar frá kl. 08:00 til kl. 17:00. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Ovara Veg.…

Tíðindi

Broyting í ferðsluni á Bátastevnuni

Frá í kvøld 23. mai kl. 20:00 til leygarkvøldið á midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu.   Síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur Bátastevnu, og er hon eitt av hæddarpunktunum bæði…

Tíðindi

Ókeypis lampur á Skilagátt

Allar ljóskeldur í ítróttahøllini eru nú skiftar til LED.   Tey gomlu armaturini eru tó í góðum standi, og eru borgarar í Vestmanna vælkomnir at fáa sær burturav. Armaturini eru á Skilagátt. Upplatingartíðirnar eru frá kl. 16:00 – 18:00 vanligar gerandisdagar og leygardagar frá kl. 14:00 – 17:00. (komandi bátastevnuleygardag er Skilagátt stongt).    

Tíðindi

Kirkjugarðurin verður útbygdur

Kirkjugarðurin á Knúgvum verður nú útbygdur. Hetta fer at tryggja gravarpláss komandi áleið 20 árini. Tá ið farið var undir undanarbeiðið til kirkjugarðin á Knúgvum í 1991 var skipað fyri arkitektakapping, og skuldi uppskot gerast fyri alt økið á Knúgvum. Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti. Av fíggjarligum ávum var tó valt bara…

Tíðindi

Týning av skøru

Skøra skal burturbeinast – uttan mold Nú er tíðin komin, at borgarar og kommunur aftur fara undir at týna skøruna. IRF heitir á kommunur um, at minna borgarar og felagskapir á, hvussu skøran skal burturbeinast.   Skøra skal latast til IRF til brenningar Av tí at skøra er ein innræsin planta, sum breiðir seg skjótt…

Tíðindi

Uppmerking av p-básum

Allir parkeringbásar í Vestmanna verða merktir upp av nýggjum. Í síðstu viku fór arbeiðið í gongd, men enn er ikki komið mál, tí Strikivaktin, ið stendur fyri arbeiðinum, ikki slapp framat øllum básum fyri parkeraðum bilum. Millum annað mangla enn básar at verða strikaðir Inni á Fjørð og á Heygum. Kommunan heitir vinaliga á allar…

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 21.05.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 21. mai 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 32 Eykajáttan til kommunulæknamiðstøðina til 2. viðgerð J.nr.: 8216002-5-2025   Mál 33 Eykajáttan til søluskúr við bátahylin til 2. viðgerð J.nr.: 8206002-1-2025   Mál 34 Eykajáttan til útbygging av Maskinhøllini til 1. viðgerð J.nr.: 30102-1-2024   Mál 35…

Tíðindi

Høllin skiftir til LED

Allar ljóskeldur í ítróttahøllini verða nú skiftar til LED. Á hendan hátt verður orkunýtslan minni og harvið útreiðslurnar. Arbeiðið fór í gongd í morgun 12. mai. ELnet stendur fyri arbeiðinum. Allar 70 lampurnar í ítróttahøllini hava halogen ljósrør, og við at skifta til LED verður roknað við einari orkusparing, sum er omanfyri 50 prosent. –…

Tíðindi

Havnargøta stongd 10. mai 2025

Ì samband við arbeiðið at fyrireika Bátastevnuna, verður partur av Havnargøtu stongd frá klokkan 10:00 og so leingi arbeiðið varir. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til Bakkaveg.

Tíðindi

Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í samband við arbeiði á Fitjum verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring í viku 20 – frá mánamorgun 12. mai, til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Ovara Veg.

Tíðindi

Skráseting av oljutangum

Nú ber til at skráseta tín oljutanga á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. 11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Lógarbroytingin inniber, at tú skalt skráseta oljutangan og syrgja fyri at taka hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal, soleiðis at tú sleppur undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding. Útgongutíð er hendan: 1)  …

Tíðindi

Økt ferðsla leygardagin 3. mai

Í sambandi við, at kórstevnan 2025 er í Vestmanna um vikuskiftið, verður boðað frá, at roknast kann við øktari ferðslu. Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri kórstevnuni í ár. 17 kór úr øllum landinum luttaka, umframt eitt íslendsk manskór úr Vestmannaeygum. Konsertin við teimum ymsu kórunum og felagskórinum verður í ítróttahøllini leygardagin klokkan 16.00,…

Tíðindi

Garður á Niðara Vegi verður tikin niður

Í dag og næstu dagarnar verður arbeitt á Fitjum, og tað fer at ávirka ferðsluna nakað. Fyrraárið var karnappurin á húsunum á Niðara Vegi 49 tikin burtur, og nú verður garðurin, sum hoyrir til húsið, tikin burtur. Hetta fer at skapa betur sýni og eina tryggari farleið. Tá verandi garður er tikin niður, verður grótgarður…

Tíðindi

Hugnatiltak fyri ung í Norðurstreymoy

Aftur í ár skipar barna- og ungdómsøkið hjá VEKS fyri tiltakinum “Náttin er ung” saman við SSP. Tiltakið er fyri 7. og 8. floksnæmingar í Vestmanna-, Eiðis- Kvívíkar og Sunda kommunu. “Náttin er ung” verður i ár í Skúlanum við Streymin og verður fríggjakvøldið 9. mai. Tað verður ókeypis pitsa, drekka og gott undirhald og…

Tíðindi

Leiðari til Vestmanna kvøldskúla

Vestmanna kommuna søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Vestmanna kvøldskúla at byrja 1. juni 2025 ella skjótast til ber eftir hetta.   Um starvið Arbeiðið sum leiðari í Vestmanna kvøldskúla inniber at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna-…

Tíðindi

1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna

Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin kl. 16. Hetta er ellinta ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up…

Tíðindi

Hans Jacob Kollslíð: Hvørjum veittrar Merkið fyri?

Flaggdagsrøðan hjá Hans Jacob Kollslíð til flaggdagshaldið í Vestmanna: Vælkomin til flaggsdagshald í Vestmanna og góðan flaggdag, øll somul. Tá ið eg fyri nøkrum mánaðum síðani varð spurdur, um eg vildi halda flaggdagsrøðuna í Vestmanna í ár, takkaði eg fyri álitið, men hugsaði beinanvegin við mær sjálvum, at frægast var nokk at bíða eitt sindur…