Tíðindi

Kaðalbrek á Niðara Vegi

Fipur til Heimið boða frá, at tað tíverri er komið kaðalbrek á internet- og telefonveitingarnar í samband við arbeiðið á Niðara Vegi. Kaðalbrek er á veitingunum frá Niðara Vegi 1 til 25. Veitingarnar verða umvældar í morgin, hósdagin 22. februar.

Tíðindi

Eingin gjøgnumkoyring eftir Niðara Vegi

Fipur til Heimið fer nú undir at leggja leiðingar eftir Niðara Vegi. Skorið verður mitt eftir vegnum, og tí verður neyðugt at steingja vegin, ímeðan arbeitt verður – frá uml. kl. 8 á morgni til uml. 7 á kvøldi.   Vegurin verður stongdur frá týsmorgni 20. februar, og so leingi arbeiðið varir – væntandi til…

Tíðindi

Vestmenningar steypavinnarar

VÍF vann fýra finalur í dag. Vestmanna Bygdarráð ynskir VÍF hjartaliga tillukku við steypasigrununm í dag. At vinna fýra finalur sama dag er sanniliga eitt bragd. Vestmanna kommuna ynskir VÍF blíðan byr víðari

Tíðindi

Ferðavinnukvøld um heimablídni og landbúnaðarferðavinnu

Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin.   6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving.   Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.…

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 21.02.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 21. februar 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnum hurðum:   Mál 259 Eykajáttan til arbeiðir sum vóru flutt til 2024. Seyðahús hjá Fjalshaga (j. nr. 8201002-4-2020) og Fiskastykkið (j. nr. 509062-1-2020)   Mál 260 Umraðfesting og eykajáttan til keyp av gravimaskinu. J.nr.: 8311002-1-2024   Mál 261…

Tíðindi

VEKS bjóðar liðvenjing í Heiminum á Grønanesi

Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið.   SKRÁ Strekkja út/hita…

Tíðindi

Margit Stórá, landsstýriskvinnan í heilsumálum á vitjan

Í gjár varð landstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, saman við embætisfólki á fundi við Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestmanna og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóra í Kvívík.   Á vitjanini vóru ymisk heilsuviðurskifti umrødd, og hvørjar ætlanir heilsumálaráðið hevur við eini nýggjari kommunulæknaskipan.   Eftir fundin á kommunuskrivstovuni varð vitjað í læknamiðstøðini í Vestmanna, har…

Tíðindi

Svimjihylurin er opin aftur

Svimjihylurin í Vestmanna skúla, sum er frá 1950, er opin aftur. Svimjihylurin kann leigast fyri kr. 120 um tíman. Fyrispurningar skulu setast til umsjónartoymið á tlf. 770 195.

Tíðindi

Nýggjur roknskaparleiðari settur í starv

Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen sum nýggjan roknskaparleiðara frá 1. mars 2024. Sámal er 46 ára gamal og vestmenningur. Hann er útbúgvin bankamaður, og hevur, umframt bankaútbúgvingina, tikið aðrar viðkomandi útbúgvingar innan bankavirksemi. Sámal hevur drúgvar royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS. Seinastu nógvu árini hevur…

Tíðindi

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

Við hesum verður boða til ástaðarfundir í nevndini: Hósdagin 1. februar kl. 10:00 – møtt verður á Gamla vegi við seyðahúsið á Hálsi í Vestmanna. Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at byggja seyðahús á matr. nr. 300a, omanfyri Fjalsvegur nr. 2–4, í hagapartinum Fjallið, Vestmanna. Hósdagin 1. februar kl. 10:40 – Møtt verður á vegnum…

Tíðindi

Broyting í innsavningini – IRF

Broyting í innsavningini í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum í viku 5 Vegna tekniskar trupulleikar verða húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum heintaðir í dag, týsdag 30. januar.

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 24.01.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 24. januar 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 249 Broyting í samstarvsavtaluni viðv. Heimatænastuni í VEKS J.nr.: 10000000-1-2024   Mál 250 Eykajáttan til arbeiðir sum vóru flutt til 2024 Seyðahús hjá Fjalshaga (j. nr. 8201002-4-2020) og Fiskastykkið (j. nr. 509062-1-2020)   Mál…

Tíðindi

Skúlabørn skreiða

Í morgun fara skúlabørnini at skreiða í ovasta parti av Bøgøtu – frá Toftavegi, oman til Flatnaveg. Vinaliga veri serliga árvakin og ansin í ferðsluni.

Tíðindi

Innskriving til 1. flokk skúlaárið 2024/25

Mikudagin 24. januar kl. 17 verður innskriving í Vestmanna skúla. Foreldur/avvarandi verða vinaliga biðin um at: hava dóps- ella navnabræv við. útfylla hetta innskrivingarskjalið, áðrenn møtt verður – tó seinast mánadagin 22. januar.   Leiðslan  

Tíðindi

Innsavningin av ruskposum – IRF

Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna Fleiri húsarhaldsposar standa eftir hesa vikuna, hetta vegna kava og hálku. Um tín posi ikki er heintaður, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku. Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa tolsemi.

Tíðindi

Vatnnýtslan ov stór

Víst verður á at vatmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkirn er helst at borgarar lata vatnið renna, meðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Tí heitir kommunan á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt, og í ringasta fall at lata tað lagra.

Tíðindi veks bumerki

Terapeutar til VEKS

Søkt verður eftir: 2 fysioterapeut í fast starv 1 ergoterapeut í fast starv 1 ergoterapeut – farloyvisstarv til tann 31/10-2024 til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við einum fysioterapeuti, sum…

Tíðindi

Gott nýggjár

Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár, við tøkk fyri brátt farna árið.   Sum vant príða blikkamennirnir bygdina við blikkum og kl. 23:30 skjýtur ein áhugafelagsskapur fýrverk á kaiøkinum við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini.   Vestmanna kommuna stuðlar báðum tiltøkunum.