Tíðindi

Leygardagurin á Vestmannadøgunum

Leygardagurin byrjar við afturvendandi felags morgunmatinum í ítróttarhøllini, har m.a. ársins herðaklapp verður avdúkað. Aftaná er Bakkavegur karmur um Vestmannadagar. Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum.   09:30 – HØLLIN   Felags morgunmatur við Ársins Herðaklapp 09:30 – 12:00 BÓKASAVNIÐ   Møguleiki er fyri at keypa bøkur fyri 1 kr stk. 10:30 SKÚLAVØLLURIN…

Tíðindi

Fríggjadagurin á Vestmannadøgunum

Fríggjadagin spenna fyritøkurnar Inni á Fjørð seg út og skipa fyri ymiskum spennandi tiltøkum. G.G. Tvey tiltøk er løgd aftrat, síðan skráin varð borin út til hvørt húsarhald í Vestmanna og á Válinum. Matstovukonsert á Fjørukrónni Minesto luttekur saman við SEV Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum.   09:00 – 21:00 FJØRUKRÒGVIN  …

Tíðindi

Bamsa vitjaði dagstovnaøkið í dag

Í dag var Bamsurenning í Vestmanna. Børnini runnu og stuttleikaðu sær saman við eini sera væl upplagdari Bamsu, sum bæði dansaði, reiggjaði og hugnaði sær saman við vælnøgdu og fittu børnunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna. Bamsurenning varpar ljós á at øll børn eru vinnarar og øll fingu heiðursmerki.   Betri vinir – Fri for Mobberi…

Tíðindi

Hósdagurin á Vestmannadøgunum

Grill fyri øll kl 15:00 – 17:00 verður sum ætlað. Vegna veður, verður grilla niðri í skúlagarðinum, undir brúnni. Hósdagurin verður hildin omanfyri skúlan og í viðarlundini. Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum.   10:00 DAGSTOVNAØKIÐ Bamsurenning 15:00 – 17:00 HEILSUMIÐSTØÐIN / FRÌTÌÐARSTOVAN Grill fyri øll Vestmanna hornorkestur og Sergio luttakaOpið hús í…

Tíðindi

Bamsurenning – ver ansin í ferðsluni

Í morgin, hósdagin 7. september kl. 10:00 – 11:00, skipar dagstovnaøkið fyri bamsurenning. Børnini renna á Grótbrúgv, ovara vegi. Vit vilja biðja fólk um at vera serliga árvakin og ansin í ferðsluni meðan bamsurenningin er.    

Tíðindi

Staðið – Spennandi vetrarhálva fyri framman

Í vetrarhálvuni bjóðar Staðið tríggjar fastar verkstovur, ið børn og ung kunnu melda seg til. Staðið hevur eitt dugnaligt og nærlagt toymi, ið saman skraddaraseyma verkstovur til tey, sum longu duga og til tey, ið royna seg fyri fyrstuferð!   Upplatingartíðir og verkstovur: Vanligar upplatingartíðir Týsdag til Hósdag 18:00 – 22:00 Fríggjadag 19:00 – 01:00…

Tíðindi

Súkkla Miðalsbrekkuna á Vestmannadøgum

Skipað verður fyri serligari súkklukapping í Vestmanna leygardagin – øll kunnu vera við, men avbjóðingin er stór. Leygardagin 9. september kl. 13 skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri forkunnugari súkklukapping. Avbjóðingin er at súkkla Miðalsbrekku. Teinurin er bert hálvanannan kilometur, men tað eru 120 hæddarmetrar, og í løtum er brattarstigið yvir 20 prosent.   At súkkla brekkur…

Tíðindi

Starvslýsing: Reingerðarfólk til Vestmanna Kommunu

Vestmanna Kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til læknamiðstøðina at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, 2. hvørja viku (ólíka vika). Starvið inniber alla dagliga reingerð av læknamiðstøðini.   Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarin: Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp. Er álítandi og ágrýtin. Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt. Er…

Tíðindi

Skráin fyri Vestmannadagarnar 2023

Fyri tíggjundu ferð skipar Vestmanna kommuna fyri Vestmannadøgum.   Vestmannadagarnir í ár eru skipaðir soleiðis: Tjóvstarta verður við væl umtóktu sjavskappingini mikukvøldið.   Hósdagurin verður hildin omanfyri skúlan og í viðarlundini við grill, tónleiki og fjølbroyttum barnatiltøkum. Aftaná verður spurnarkapping í Silkienni.   Fríggjadagin spenna fyritøkurnar Inni á Fjørð seg út og skipa fyri ymiskum…

Tíðindi

Martin Joensen tiltakið á stórskíggja

Av tí at so mong ikki hava fingið atgongumerkir til Martin Joensen tiltakið í annaðkvøld í Vestmanna. Verður stórskíggi settur upp uttan fyri Miðnámsskúlan, har tiltakið er. Øll eru vælkomin til tann partin, sum sjálvandi er ókeypis. Faer Isles Distillery hevur opið.  

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 31.08.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 31. august 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 199 Uppskot til viðmæli um grindaformann J.nr.: 22042-1-2020   Mál 200 Umsókn frá Leivur á Rógvi um sundurbýti av matr. nr. 106a J.nr.: 104002-3-2023   Mál 201 Áseting av brúgvagjøldum J.nr.: 801002-1-2023   Mál…

Tíðindi

Ársins herðaklapp

Enn ber til at senda uppskot til kommununa um hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum – sum kann sendast uttan navn – skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa ársins herðaklapp 2023. Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8, ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi í morgin, hósdagin…

Tíðindi

Endurlýsing: Gartnari til Vestmanna kommunu

Við hesum verður søkt eftir gartnara e.l. at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlund, miðstaðarøkjum, kirkjugørðum, gøtum, fríðkan rundanum um bygningar hjá kommununi, umframt at skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.  …

Fyribyrgjandi venjingar 2023/2024

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar fyri borgarar 67+ aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða á hesum støðum:   Streymnes: Burn venjingarmiðstøðin við Margáir Mánadag og hósdag, kl. 10:30 – 12:00 Byrjað verður mánadagin 4. september 2023. Tilmelding fer fram á staðnum.   Vestmanna: Burn venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum Týsdag og fríggjadag, kl.…

Tíðindi

Fipursamband í Vestmanna kommunu

Net fer nú undir arbeiðið at leggja fipurkaðalar til húsarhaldini í Vestmanna kommunu. Byrja verður í Bjargalíð. Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd…

Tíðindi

Í kvøld letur STAÐIÐ upp aftur

STAÐIÐ letur upp aftur kl. 18:00 í kvøld (týskvøld 15. aug.). Nú vit enn einaferð bjóða einum nýggjum 7. flokki vælkomnum á STAÐIÐ, fara vit at hugna okkum í eina heila viku. Í kvøld fáa tit eisini at vita, hvat vit fara at gera komandi dagarnar, og hvørjar verkstovur verða á skránni í vetur. Vit…

Tíðindi

Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen

Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen í Vestmanna leygarkvøldið tann 26. august   Í sambandi við at Martin Joensen verður 70 ár, skipar Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri Martini Joensen kvøldi tann 26. august.   Tiltakið verður í Miðnámi í Vestmanna Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.   Tey, ið tulka Martin, eru: Lena…

Tíðindi

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Tann 16. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 780 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.   Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um…

Tíðindi

Ársins herðaklapp

Á Vestmannadøgunum 2023 fer Vestmanna Bygdarráð at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri fókið og Vestmanna bygd. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 9. september, í samband við at kommunan bjóðar øllum til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum…

Tíðindi veks bumerki

Terapeutar til VEKS

Søkt verður eftir: 3 fysioterapeutum 1 ergoterapeuti 1 ergoterapeuti – farloyvisstarv til tann 31/10-2024 til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS: Verða møtt, har tey…

Tíðindi

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Kom við umborð og verð partur av einum aktivum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni. Søkt verður eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið í Vestmanna at byrja 01.09.23 ella skjótast gjørligt. Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í fast starv í Frítíðarstovuni 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í staðin í tíðaravmarkað…