Vestmenningar steypavinnarar
VÍF vann fýra finalur í dag. Vestmanna Bygdarráð ynskir VÍF hjartaliga tillukku við steypasigrununm í dag. At vinna fýra finalur sama dag er sanniliga eitt bragd. Vestmanna kommuna ynskir VÍF blíðan byr víðari
VÍF vann fýra finalur í dag. Vestmanna Bygdarráð ynskir VÍF hjartaliga tillukku við steypasigrununm í dag. At vinna fýra finalur sama dag er sanniliga eitt bragd. Vestmanna kommuna ynskir VÍF blíðan byr víðari
Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. 6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving. Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 21. februar 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnum hurðum: Mál 259 Eykajáttan til arbeiðir sum vóru flutt til 2024. Seyðahús hjá Fjalshaga (j. nr. 8201002-4-2020) og Fiskastykkið (j. nr. 509062-1-2020) Mál 260 Umraðfesting og eykajáttan til keyp av gravimaskinu. J.nr.: 8311002-1-2024 Mál 261…
Børn og starvsfólk í Frítíðarstovuni skreiddu og stuttleikaðu sær óført á bønum í góðveðrinum í dag.
Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið. SKRÁ Strekkja út/hita…
Í gjár varð landstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, saman við embætisfólki á fundi við Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestmanna og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóra í Kvívík. Á vitjanini vóru ymisk heilsuviðurskifti umrødd, og hvørjar ætlanir heilsumálaráðið hevur við eini nýggjari kommunulæknaskipan. Eftir fundin á kommunuskrivstovuni varð vitjað í læknamiðstøðini í Vestmanna, har…
Svimjihylurin í Vestmanna skúla, sum er frá 1950, er opin aftur. Svimjihylurin kann leigast fyri kr. 120 um tíman. Fyrispurningar skulu setast til umsjónartoymið á tlf. 770 195.
Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen sum nýggjan roknskaparleiðara frá 1. mars 2024. Sámal er 46 ára gamal og vestmenningur. Hann er útbúgvin bankamaður, og hevur, umframt bankaútbúgvingina, tikið aðrar viðkomandi útbúgvingar innan bankavirksemi. Sámal hevur drúgvar royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS. Seinastu nógvu árini hevur…
Vegna illveður er læknaviðtalan í Vestmanna stongd í dag, týsdag 31. januar 2024. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp, ring á telefon 226 003 Læknaviðtalan er opin aftur sum vant í morgin, mikudag 1. februar 2024.
Vegna illveður verður eingin ansing á dagstovnaøkinum í morgin tann 31. januar 2024. Vestmanna skúli hevur somuleiðis boða frá at øll skúlagond er avlýst í morgin 31. januar 2024. Mynd: Savnsmynd frá Portal.fo
Við hesum verður boða til ástaðarfundir í nevndini: Hósdagin 1. februar kl. 10:00 – møtt verður á Gamla vegi við seyðahúsið á Hálsi í Vestmanna. Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at byggja seyðahús á matr. nr. 300a, omanfyri Fjalsvegur nr. 2–4, í hagapartinum Fjallið, Vestmanna. Hósdagin 1. februar kl. 10:40 – Møtt verður á vegnum…
Boðað er frá nógvum vindi Í hesum sambandi vil Vestmanna sløkki- og bjargingarlið minna á, at fólk mugu rudda burtur alt, ið liggur leyst uttanfyri og kann fara á flog í vindinum.
Broyting í innsavningini í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum í viku 5 Vegna tekniskar trupulleikar verða húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum heintaðir í dag, týsdag 30. januar.
Vegna tekniskt brek, er svimjihylurin í Vestmanna stongdur. Boðað verður frá, tá svimjihylurin verður opin aftur!
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 24. januar 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 249 Broyting í samstarvsavtaluni viðv. Heimatænastuni í VEKS J.nr.: 10000000-1-2024 Mál 250 Eykajáttan til arbeiðir sum vóru flutt til 2024 Seyðahús hjá Fjalshaga (j. nr. 8201002-4-2020) og Fiskastykkið (j. nr. 509062-1-2020) Mál…
Í morgun fara skúlabørnini at skreiða í ovasta parti av Bøgøtu – frá Toftavegi, oman til Flatnaveg. Vinaliga veri serliga árvakin og ansin í ferðsluni.
Mikudagin 24. januar kl. 17 verður innskriving í Vestmanna skúla. Foreldur/avvarandi verða vinaliga biðin um at: hava dóps- ella navnabræv við. útfylla hetta innskrivingarskjalið, áðrenn møtt verður – tó seinast mánadagin 22. januar. Leiðslan
Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna Fleiri húsarhaldsposar standa eftir hesa vikuna, hetta vegna kava og hálku. Um tín posi ikki er heintaður, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku. Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa tolsemi.
Víst verður á at vatmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkirn er helst at borgarar lata vatnið renna, meðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Tí heitir kommunan á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt, og í ringasta fall at lata tað lagra.
Søkt verður eftir: 2 fysioterapeut í fast starv 1 ergoterapeut í fast starv 1 ergoterapeut – farloyvisstarv til tann 31/10-2024 til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við einum fysioterapeuti, sum…
Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár, við tøkk fyri brátt farna árið. Sum vant príða blikkamennirnir bygdina við blikkum og kl. 23:30 skjýtur ein áhugafelagsskapur fýrverk á kaiøkinum við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini. Vestmanna kommuna stuðlar báðum tiltøkunum.
Millum jól og nýggjár verða húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum eftir ætlan heintaðir mikudag 27. desembur. Nærri kunning fæst her.
Vestmanna kommuna ynskir viðskiftafólki og vestmenningum nær og fjar, eini góð og hugnalig jól, og eitt eydnuríkt nýggjár. Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá fríggjadegnum 22. desembur 2023. Opið verður aftur mikudagin 3. januar 2024 kl 09:00. Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst…
Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desembur 2023 Skilagátt er opið soleiðis um jólini: Mikudagin 27. desembur kl. 16:00 – 18:00 Hósdagin 28. desember kl. 16:00 – 18:00 Fríggjadagin 29. desember kl. 16:00 – 18:00 Leygardagin 30. desembur kl. 14:00 – 17:00 Opið er aftur sum vant frá 2. januar 2023.