Í samband við andlát hava tey avvarðandi nógvar uppgávur, sum skulu avgreiðast beinanvegin.
Andlát
Sóknarpresturin, sum førir kirkjubøkurnar, er jarðarferðarmyndugleiki. Sóknarpresturin skal tí hava boð um øll andlát í kirkjusóknini, og deyðsváttanirnar skulu latast honum. Hetta er eisini galdandi fyri fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni. Tey avvarðandi venda sær til prest.
Jarðarferð
Í sambandi við at tann deyði skal jarðast, skulu tey avvarðandi at boða Kommunuskrivstovuni frá, nær jarðarferðin verður. Kommunuskrivstovan boðar gravaranum frá.
Kommunuskrivstovan hevur tlf. nr. 770 100.
Uttan fyri arbeiðstíð kann ringjast til kommunuskrivaran á tlf. nr. 770 102.
Líkvognur kann umbiðast við at ringja til Seinastu heilsan á tlf. 51 30 70.
Vestmanna Kommuna rindar fyri líkkoyringina.
Gravsteinar
Gravsteinar eru ábyrgd hjá teimum, sum standa fyri gravstaðnum. Áðrenn tú setur gravstein upp, skalt tú tosa við arbeiðsformannin hjá Vestmanna Kommunu, tlf. 770 126.
Reglugerðin fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna Kommunu sæst her.