Trygg og góð barna- og ungdómsár hava alstóran týdning fyri trivnaðin. Týdningarmikil vinabond verða knýtt og samleikin verður mentur. Við hesum í huga leggur Vestmanna Kommuna dent á at veita eina góða tænastu til børn og ung.
Dagstovnaøkið í Vestmanna er í trimum deildum: Gjáarlon til tey smáu børnini og Látipípan til børnini beint áðrenn skúlaaldur. Frítíðarstovan er fyri børn í 1. – 3. flokki.
Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.
Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi, minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum.
Í Vestmanna skúla ganga umleið 170 næmingar úr 1. til 10. flokk. Næmingarnir eru úr Vestmanna og Kvívíkar kommunum.
Ungdómshúsið Staðið hevur verið virkið síðani 2007 og er ætlað ungdómi frá 6. flokki og til og við 18 ár.