Á dagstovnaøkinum í Vestmanna skapa vit tryggar karmar fyri øll børn, so tey kunnu fáa bestu fyritreytir til at mennast og trívast saman við teirra javnaldrum. Okkara mál er at menna rørslugleðina hjá børnunum frá ungum árum í tí trúgv, at læringin gerst til eina stuttliga og mennandi uppliving, ið gagnar barninum alt lívið.
Rørsla, samvera og siðvenjur spæla stóran leiklut í mentanini á stovninum. Hetta hevur við sær, at dagurin er skipaður eftir hesum fyritreytum, og er við til at geva børnunum góðar upplivingar og avbjóðingar í gerandisdegnum.
Dagstovnaøkið í Vestmanna er í fýra deildum: Gjáarlon til tey smæstu børnini, Látipípan til størru børnini, Skúlabólkurin til børnini beint áðrenn skúlaaldur og frítíðarstovan, sum er fyri børn í 1.-3. flokki.
Gjáarlon – Hornavegur 16:
Gjáarlon liggur í náttúruvøkrum umhvørvi ovarlaga í bygdini, har stutt er til haga, fjøru og viðarlund, og er til børn upp til 5 ára aldur. Vit hava hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til fimleikahøll og grønt øki við brøttum bøi, bálsmáttu og trampolin.
Í Gjáarlon eru fimm stovur: Fossurin, Hylurin, Veitini, Áin og Keldan. Stovnurin er normeraðu til 84 børn.
Í Gjáarlon verða børnini stuðlað í at menna seg sjálvi bæði persónliga og sosialt. Dentur verður eisini lagdur á mál og samskifti, skapandi evni, siðir og mentan og heilsu og rørslur.
Látipípan – Heygalíð 10:
Her ganga børn í 5-6 ára aldri í 1 ella 2 ár. Látipípan liggur omanfyri Gjáarlon í hugnaligum umhvørvið beint við spælipláss við m.a. trampolin og bálhúsi.
Nærumhvørvið er ríkt við vakrari náttúru, og skjótt er at fara í haga, viðarlund og fjøru.
Við áliti, virðing og nærveru fyri hvørjum øðrum eggja vit børnunum at gerast meira sjálvbjargin og møta børnunum, har tey eru í sínum aldri og menning.
Tey elstu børnini í Látipípuni eru í skúlabólki, har vit fyrireika tey til at byrja í skúla.
Kongskjallarin – Garðatún 12:
Frítíðarstovan og Skúlabólkurin halda til í Kongskjallaranum, sum er í niðaru hæddini á heilsumiðstøðini. Kongskjallarin er granni hjá Vestmanna skúla, og har eru sera góðar umstøður við “plenuni”, spæliplássið og viðarlund í nærumhvørvinum. Gjógvará rennur millum skúlarnar, og har hugna børnini sær um summarið. Eisini hava vit atgongd til fimleikahøllina og svimjihylin í skúlanum.
Børnini í frítíðarstovuni eru úr 1.-3. flokki. Í Frítíðarstovuni stremba vit eftir at skapa ein góðan og mennandi gerandisdag fyri børnini, har tað er pláss fyri tí einstaka í stóra hópinum. Her verður dentur lagdur á námsfrøðiliga ítrótt, og eggja vit børnunum til at fáa sunnar rørsluvanar. Í Frítíðarstovuni leggja vit okkum eftir at bjóða børnunum eitt trygt, stuttligt, læruríkt og stimbrandi umhvørvi.
Børnini í Skúlabólkinum eru 6-7 ára gomul, og ganga í Kongskjallaranum teir seinastu mánaðarnar. áðrenn tey fara í 1. flokk.
Skúlabólkurin skal byggja brýr millum barnagarð og skúla, so at børnini gerast kend við Frítíðarstovuna, áðrenn tey fara í skúla og soleiðis, at ikki alt er nýtt fyri børnunum við skúlabyrjan.
Upp- og afturlatingartíðir
Gjáarlon og Látipípan lata upp kl. 7.00 og lata aftur kl. 17.00.
Frítíðarstovan er opin til kl. 17.00.
Samband
Morten Hust Petersen, leiðari Tlf. 770 130
Eyðbjørg Hansen, varaleiðari Tlf. 770 144
Gjáarlon | |
Fossurin | tlf. 770 135 |
Hylurin | tlf. 770 136 |
Veitin | tlf. 770 137 |
Áin | tlf. 770 138 |
Keldan | tlf. 770 139 |
Látipípan | tlf. 770 155 |
Skúlabólkur | tlf. 770 154 |
Frítíðarstovan | tlf. 770 156 |