Gjald fyri vøggustovu og barnagarð
Gjaldið fulla tíð er kr. 1.800,-
Gjaldið hálva tíð er kr. 1.075,-
Hálv tíð í vøggustovu og barnagarð er ansing aðru hvørja viku.
Gevið gætur: Juli er gjaldfríður.
Gjald fyri frítíðarstovu
Gjaldið fyri fulla tíð er 1100,- kr
Gjaldið fyri hálva tíð er 550,- kr
Hálv tíð í frítíðaransingini er 2 dagar í ta einu vikuni og 3 dagar í tí eftirfylgjandi vikuni.
Gevið gætur: Juli og hálvur august eru gjaldfríðir.
Kontunummar
Gjaldast skal frammanundan, fyrst í hvørjum mánaði í Føroya Banka á kontu nr. 6460 – 156.028.1.
Avsláttarskipan
Hvør familja rindar einans fyri eitt barn. Skipanin er soleiðis, at hvør familja rindar hægsta gjaldið; tað lægra gjaldið/gjøldini fella burtur.
Uppsøgn, broyting og farloyvi
Skal ansingarpláss sigast upp, er tað við einum mánaða uppsagnartíð, til tann 1. í mánaðinum eftir.
Skal broyting gerast í ansingartíðini, er tað við einum mánaða freist til tann 1. í mánaðinum eftir, og skal vera galdandi í minsta lagi 3 mánaðir.
Verður søkt um farloyvi, skal søkjast við einum mánaða freist, til tann 1. í mánaðinum eftir, og farloyvið skal vera galdandi í minsta lagi 3 mánaðir.
Trygging
Foreldrini hava skyldu at tryggja barnið, áðrenn tað byrjar í Látipípuni. Stovnurin hevur onga trygging, sum dekkar, um barn tykkara ger seg inn á ting hjá øðrum.