Endamálið hjá Foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu er at fremja so væl sum tilber áhugamál foreldranna í samband við leiðara og dagstovnaøkið.
Og at geva leiðaranum ráð og vegleiðing. Harafturat skal ráðið arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, dagstovnaøkið og kommununa.
Val til foreldraráðið er á felags foreldrafundinum í september. Hvør limur verður valdur fyri tvey ár í senn.
Foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu er skipað soleiðis:
Ásvør Árting, forkvinna Sølva Jónsdóttir Sundstein, næstforkvinna Linda Johannesen, skrivari Hertha Fossdal, nevndarlimir Halla Andreasen, Annfríða Tjørná, Agnas Olsen og Bjartur Tórhalsson eru varaumboð |
|
Umboð fyri vøggustovurnar | Sølva Jónsdóttir Sundstein Agnas Olsen, varaumboð |
Umboð fyri barnagarðsstovurnar | Linda Johannesen Bjartur Tórhalsson, varaumboð |
Umboð fyri Látipípuna | Ásvør Árting
Annfríða Tjørná, varaumboð |
Umboð fyri Frítíðarstovuna | Hertha Fossdal Halla Andreasen, varaumboð |
Samband:
Hava foreldur eitthvørt, tey ynskja, at foreldraráðið tekur upp, kunnu tey venda sær til limirnar í foreldraráðnum. Til ber eisini at senda foreldraráðnum ein teldupost á foreldur.gjaarlon@gmail.com