Tað er umráðandi, at barnið veksur upp í einum tryggum og mennandi umhvørvi. Við hesum í huga bjóða vit eitt fjølbroytt námsfrøðiligt virksemi, har vit við útgangastøði í námsfrøðiligum ítrótti og í aldri og menningarstøði hjá barninum skipa fyri hugvekjandi, námsfrøðiligum tilboðum og ítrivum.
Okkara grundsjónarmið er, at hvørt einstakt barn verður sætt, hoyrt og viðurkent fyri tað, sum tað er. Vit hugsa, at øll børn hava rætt til at verða møtt við einum smíli, og at barnið kann uppliva jaligar, gevandi, og mennandi relatiónir í sínum dagligdegi.
Vit arbeiða við námsfrøðiligum ítrótti í dagligdegnum, har vit leggja dent á hesi punkt:
Vit arbeiða við at menna eitt gott foreldrasamstarv, har vit hava dagligt samskifti við foreldrini, og at tey skulu føla seg trygg, tá tey avlevera síni børn, og um tey hava eitthvørt uppá hjarta, so vera tey sædd, hoyrd og viðurkend.
Betri Vinir
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna nýta vit eisini arbeiðsháttin Betri Vinir, sum gevur stovninum amboð til at skapa ein tryggan gerandisdag fyri børnini og til at fyribyrgja happing.
Tiltakið Betri Vinir tekur støði í at arbeiða við at fremja tað øvuta av happing: Ein tryggan og inkluderandi barnafelagsskap. Betri Vinir fyribyrgir happing í tí ávísa barnafelagsskapinum, sum tiltakið verður brúkt í, og veitir samstundis børnunum sosialar førleikar og marknasteinar, sum kunnu fylgja teimum víðari í lívinum.
Nakrir av marknasteinunum í Betri Vinum eru: Dirvi, Virðing, Tolsemi og Umsorgan: