Vestmanna-, Eiðis, Kvíkvíkar og Sunda kommunur samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg um barnavernd.
Barnaverndartænastan í VEKS er sett saman av tveimum pørtum: barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Barnaverndarumsitingin húsast í hølunum hjá Sunda kommunu á Oyrarbakkavegi 3 á Oyrarbakka og svarar á tlf. 667271.
Barnaverndartænastan hevur hesar upplatingartíðir:
Mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag er opið frá kl. 9.00 – 16.00,
meðan tað mikudag er opið frá kl. 10.00 – 16.00.
Uttanfyri vanliga arbeiðstíð svarar vakttelefonin á tlf. 297200, t-postur: bvt@sunda.fo.
Arbeiðið við barnavernd skal tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Miðað verður eftir, at munagóð fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk í samstarvi við foreldrini, so trupulleikarnir verða rættaðir, áðrenn teir gerast tyngjandi í gerandisdegnum.
Barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða í tøttum samstarvi við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut.
Barnaverndarnevndin
Barnaverndarnevndin er mannað við fólki úr teimum samstarvandi kommununum.
Í nevndini sita:
Lau Jensen, formaður (Eiðis kommuna)
Marsanna Ei. Tummasardóttir, varaforkvinna (Sunda kommuna)
Joan Vang, nevndarlimur (Vestmanna kommuna)
Paula Bøgesvang, nevndarlimur (Eiðis kommuna)
Tórarinn Niclasen á Rípuni, nevndarlimur (Kvívíkar kommuna)