Í Vestmanna er Durita Restorff heilsufrøðingur hjá bæði pinkubørnum (0-18 mðr) og skúlabørnum og ungum.
Durita kann hittast á tlf. 562303 ella á telduposti duritar@gigni.fo
Hølini hjá heilsufrøðinginum eru í Garðatúni 12.
Skúlabørn og ung
Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.
Heilsufrøðingurin skal bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.
Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlunum.
Pinkubørn (0 – 18 mðr)
So skjótt sum møguligt aftaná at mamman og barnið eru útskrivað, setur heilsufrøðingurin seg í samband við heimið og avtalar eina vitjan. Síðan verður bjóðað familjuni 7-8 vitjanir, fleiri ella færri alt eftir tørvi.
Allir heilsufrøðingarnir hava telefonviðtalu, so møguleiki er at ringja og fáa ráðgeving ella at avtala eyka vitjan.
Heilsufrøðingarnir byrja mammubólkar, tá ið børnini eru 1-3 mánaðir gomul, og royna at skipa tað soleiðis, at allar mammur fáa tilboð um at vera við. Heilsufrøðingurin er við tær fyrstu ferðirnar.
Børn (18 mðr. til 6 ár)
Sum er røkkur tilboðið frá heilsufrøðinginum ikki vanliga longur enn til tá barnið er 18 mðr. gamalt.
Tó verður til børn í aldrinum 18 mánaðir til 6 ár við serligum tørvi bjóða heimavitjan eftir tørvi og áheitan.
Til ber at fáa kunning um tænastuna frá heilsufrøðinginum á heimasíðuni www.gigni.fo