Í Vestmanna skúla ganga umleið 170 næmingar úr 1. til 10. flokk. Næmingarnir eru úr Vestmanna og Kvívíkar kommunum.
Skúlin hevur 14 vanligar skúlastovur, 8 serstovur og 3 serundirvísingarhøli. Harumframt hevur skúlin sertilboðið Melin, ítróttarhøll, fimleikasal svimjihyl og bókasavn. Í hesum skúlaárinum eru 19 lærarar og 2 námsfrøðilig starvsfólk í Vestmanna skúla.
Næmingar skúlans kunnu taka fráfaringarroynd fólkaskúlans eftir 9. flokk og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans eftir 10. flokk.
Partar av skúlanum eru frá 1950, 1967 og 1986. Elsti partur er frá 1950 og liggur á Kongsteigum beint uttan fyri Gjógvará. Næsti partur er bygdur uppí úteftir í 1967. Hesir báðir partarnir vórðu umbygdir og endurnýggjaðir í 1984 – 1986. Tann nýggjasti parturin er beint innan fyri Gjógvará og er tikin í nýtslu 1. februar í 1986.
Fá meira kunning um Vestmanna Skúla á heimasíðuni vestmannaskuli.fo.
Skúlastýrið fyri Vestmanna Skúla
Jona Seloy, foreldraumboð
Fríðunn Vestergaard, foreldraumboð
Jóhan Muller, foreldraumboð
Anja Haldansen, umboð fyri Vestmanna Kommunu (Eyðun Hansen, varalimur)
Laila Haldansen, umboð fyri Vestmanna Kommunu (Ingi Olsen, varalimur)
Sigurlaug Fossdal, umboð fyri lærararnar
Kristianna Vinniedóttir, skúlastjóri, skrivari
Teldupostur til skúlastýrið: skulastyrid@vestmanna.fo