Flyting í kommununi
Øll, ið flyta, hava skyldu til í seinasta lagi 5 dagar eftir flyting at boða Kommunuskrivstovuni frá flytingini. Fráboðanin kann eisini fevna um tey húsfólk, ið flyta við, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Flyting til Vestmanna Kommunu úr aðrari kommunu í Føroyum
Øll, ið flyta, hava skyldu til í seinasta lagi 5 dagar eftir flyting at boða Kommunuskrivstovuni í Vestmanna frá flytingini. Fráboðanin kann eisini fevna um tey húsfólk, ið flyta við, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Flytingin skal bert fráboðast Kommunuskrivstovuni í Vestmanna.
Fráflytningarkommunan fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.
Tú kann boða frá flyting her.
Flyting úr Vestmanna Kommunu til aðra kommunu í Føroyum
Øll, ið flyta, hava skyldu til í seinasta lagi 5 dagar eftir flyting at boða tilflytingarkommununi frá flytingini. Fráboðanin kann eisini fevna um tey húsfólk, ið flyta við, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Flytingin skal bert fráboðast kommununi, ið flutt verður til.
Vestmanna Kommuna fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.
Flyting til Vestmanna Kommunu úr einum norðurlandi
Persónar, ið flyta úr einum Norðurlandi, hava bara skyldu at boða frá flyting, um teir skulu vera í Føroyum í meira enn 6 mánaðir.
Tann, ið flytur, skal í seinasta lagi 5 dagar eftir tilflytingina, boða kommununi, hann flytur til, frá flytingini. Flytifráboðanin kann eisini fevna um tey av húsfólkunum, ið flyta við, og sum eisini lúka treytirnar fyri skráseting, so at hesi sleppa undan at boða frá sjálvi.
Verður flutt úr einum norðurlandi til Vestmanna Kommunu, skal flytingin fráboðast kommunuskrivstovuni á tlf. 770 100 ella teldupost: vestmanna@vestmanna.fo. tú verður biðin um at útfylla flytingarskjal sum skal latast kommunuskrivstovuni.
Tú verður biðin um at hava samleikaprógv og útlendskt p-tal við.
Norðurlendska kommunan, ið tú flytir frá, fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.
Flyting úr Vestmanna Kommunu til eitt norðurland
Øll, ið uppihalda sær í øðrum Norðurlandi, skulu skrásetast at vera flutt úr Føroyum, um so er, at kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum boðar frá, at tey skulu skrásetast at vera flutt til tað landið. Fráboðan um flyting skal latast kommununi í tilflytingarlandinum.
Kommunan í Føroyum kann ikki skráseta persón, ið boðar frá flyting til annað Norðurland, sum fluttan úr Føroyum, fyrr enn kommunali skrásetingarmyndugleikin í komulandinum hevur boðað frá, at hann er skrásettur við bústaði har. Aðramáta skal persónurin framvegis verða skrásettur í teirri kommununi, har hann frammanundan var skrásettur, møguliga sum fluttur frá bústaðnum.
Vestmanna Kommuna fær boð um flytingina frá Landsfólkayvirlitinum.
Flyting til Vestmanna kommunu úr øðrum landi enn norðurlandi
Verður flutt til Vestmanna Kommunu úr einum landi uttan fyri norðurlond, skal flytingarskjal fyllast út á Kommunuskrivstovuni í Vestmanna, umframt at tú eisini skalt melda teg úr kommununi, tú flytir frá.
Tú verður biðin um at hava samleikaprógv og útlendskt p-tal við, umframt pass og uppihaldsloyvi. Eisini verður biðið um hjúnarbandsváttan, um tú ert gift/-ur.
Treytirnar fyri at skráseta persónar, sum flyta til Føroya og ikki eru úr einum Norðurlandi, í Landsfólkayvirlitinum eru, at hesi hava uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini ella hava váttan frá útlendingamyndugleikanum um, at teir eru frítiknir fyri at hava uppihaldsloyvi.
Flyting úr Vestmanna kommunu til annað land enn norðurland
Verður flutt úr Vestmanna Kommunu til eitt land uttan fyri norðurlond, skal flytingarskjal fyllast út á Kommunuskrivstovuni í Vestmanna, umframt at tú eisini skalt melda teg til kommununa, tú flytir til.
Tann, ið flytur, skal boða bústaðarkommununi frá flytingini, áðrenn flutt verður. Varir uppihaldið uttanlands meira enn 6 mánaðir, skal altíð verða boðað frá flyting. Varir uppihaldið uttanlands 6 mánaðir ella styttri, og viðkomandi framvegis hevur fult ræði á bústaðnum, hann hevur havt higartil, hevur hann rætt til at biðja um framvegis at vera skrásettur við bústaði har.
Sí eisini løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit, sum er á www.logir.fo.