NEVNDIN
Bygdarsavnsnevndin verður vald av Vestmanna Bygdarráði.
Hesi manna nevndina:
Fróði Skúvadal, Páll Hellu og Laila Haldansen
HUGSJÓN
Vestmanna Bygdarsavn hevur eina hugsjón um at savna lutir, sum kunna um fortíðina í Vestmanna. Lutir, sum kunnu fortelja søgur úr Vestmanna heilt aftur til víkingatíð. Lutirnir, sum longu eru á savninum, eru komnir frá ymsum privatfólkum, útgrevstri og gransking í samstarvi við føroyskar savnsmyndugleikar.
Bygdarsavnið, sum heldur til í Johnsa handli, er býtt upp soleiðis, at loftið og kjallarin eru goymslur av gripum og skjølum, meðan miðhæddin verður brúkt til framsýningar av ymsum slag.