Undir sjálvgreiðsluni kanst tú, umvegis Vangan, boða frá og senda umsóknir til Vestmanna kommunu.
Tað er ein fyrimunur at boða frá og søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at nýta Vangan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Gev gætur at í fyrstu atløgu eru ikki øll umsóknarbløð tøk á Vanganum. Hesi og onnur umsóknarbløð finnur tú eisini her undir sjálvgreiðslur, men verða tey send beinleiðis til Vestmanna@vestmanna.fo. Restin av umsóknarbløðunum verða tøk á Vanganum, so hvørt tey eru klár.