Tú kanst søkja um bátapláss gjøgnum Vangan.
Í løtuni eru eingi tøk bátapláss í Vestmanna kommunu, men til ber at skriva seg á bíðilista við at senda eina umsókn um bátapláss.
Bátarnir skulu vera heimahoyrandi í Vestmanna, og bátaeigarin skal vera skrásettur sum búgvandi í Vestmanna kommunu.
Tann árliga leigan er í løtuni kr. 1.500 við mvg fyri bátapláss upp í tveir metra breidd. Fyri hvørjar 10 cm. Breidd, omanfyri tveir metrar, verða goldnar kr. 100 kr. við mvg.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú seta teg í samband við kommunuskrivstovuna.
Les meira, um bátahylin í reglugerðini. hana sært tú her.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.