Foreldur kunnu søkja um, at barnið fær farloyvi frá ansingarplássinum við trygd fyri, at tað aftur fær pláss, tá ið farloyvistíðin er úti. Einasta treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá ansingarstaðnum í minsta lagi 3 mánaðir.
Boðast skal frá í seinasta lagi 2 mánaðir, áðrenn plássið ynskist aftur. Um flutt verður úr kommununi í avmarkað tíðarskeið t.d. í sambandi við útbúgving, kunnu foreldur søkja um farloyvi fyri barn á bíðilista upp til eitt ár í senn.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn við at trýsta her.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.