Vestmanna kommuna skal geva loyvi til at taka bygningar niður. Í umsókn um slíkt loyvi skal verða skilað til umleið, hvussu hædd og flatamál á byggingini eru.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda kommununi ein umsókn á vestmanna@vestmanna.fo. Byggisamtyktina fyri Vestmanna kommunu finnur tú her.
Skilagátt er bert ætlað til at taka ímóti smáum nøgdum av húsarhaldsburturkasti. Sí faldaran Skilagátt Vestmanna.
Í samband við niðurtøku av bygningi, er neyðugt at venda sær til IRF, á telefon 41 42 43 ella teldupost irf@irf.fo. Sí leiðreglur hjá IRF her
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.