Hevur barn títt ikki longur tørv á dagstovnaplássi, er tað ábyrgdin hjá foreldramyndugleikanum at siga dagstovnaplássið upp. Hetta skal til dømis eisini gerast, um ein flytir til aðra kommunu.
Uppsagnarfreistin av stovnsplássi er ásett til ein mánað, til tann fyrsta í mánaðinum eftir, at umsóknin er komin.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at nýta Vangan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út fráboðan við at trýsta her.
Tað er ein fyrimunur at senda uppsøgn umvegis Vangan, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.