Vestmanna Kommuna hevur í mong ár arbeitt miðvíst ímóti at verja umhvørvið. Hetta er gjørt við fleiri ítøkiligum tiltøkum: minkað er um orkunýtsluna til upphiting og ravmagn, umhvørvisfyrilit verða tikin í reingerð og val av vaskievnum, rusk verður skilt væl á Skilagátt. Fyri at minka um nýtsluna av reingerðarevnum verður ikki gingið inni í skóm í flestu kommunalu bygningum, umframt mong onnur tiltøk.
Í 2010 var Vestmanna Skúli kosin Ársins grøni stovnur. Tað skerst ikki burtur, at eldsálin Finnbogi Joensen, táverandi umsjónarmaður, eigur lutin at hava fingið sett í verk og ment grønu átøkini á skúlanum og um bygdina sum heild.