Grindaboð
Týdningarmikið er, at sýslumaðurin, kommunuskrivstovan og grindaformenninir fáa grindaboðini sum skjótast, soleiðis at drápið kann verða so væl skipað sum til ber.
Grindaformenn
Jóni Durhuus, tlf. 223124
Jan Erik Tørslev Pedersen, tlf. 229906
Niels Thomas Pedersen, tlf. 588444
Bjartur Tórhalsson, tlf. 507730
Tiltaksmenn:
Torstein Brattaberg, tlf. 258402
Jóan Hendrik Isaksen, tlf. 211713
Grindin verður skift
Sýslumaðurin avger, hvussu grindin skal skiftast.
Um talan er um eina lítla grind, er vanligt, at skift verður í drápspartar ímillum tey, sum luttaka í drápinum.
Er talan um størri grind, kann eisini verða skift í heimapartar.
Rætt til heimapart hava allir borgarar, sum skrásettir eru í Vestmanna Kommunu. Kommunuskrivstovan umsitur grindalistan.