Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi 31. august 2010 niðanfyri standandi kavagrevstrarætlan.
Kavagrevstrarætlan
Yvirskipað verður grivið soleiðis, at tað slepst skjótt til dagstovnarnar Gjáarlon og Látipípuna, til skúlan, læknan og úr bygdini.
Útgreinað sær ætlanin soleiðis út:
Størra maskinan (CAT maskinan):
Byrjað verður frá Maskinhøllini hjá kommununi og grivið verður soleiðis (høvuðsvegirnir og fyri Bygdaleiðum):
Byrjað verður frá Maskinhøllini hjá kommununi og grivið verður soleiðis (høvuðsvegirnir og fyri Bygdaleiðum):
1. Skoralíð
2. Hornavegur (úteftir frá Skoralíð til parkeringspláss)
3. Hornavegur (omaneftir frá Skoralíð)
4. Garðavegur
5. Bøgøta
6. Heygagøta
7. Niðari Vegur
8. Fjarðarvegur
9. Ovari Vegur (úteftir til Fjalsveg)
10. Fjalsvegur
11. Ovari Vegur (úteftir frá Fjalsvegi)
12. Bakkavegur (úteftir frá Torginum)
13. Havnargøta
13. Heyganesgøta
14. Fjalslíð
15. Dalalíð
16. Bjargalíð
16. Neslíð
Minna maskinan (New Holland maskinan):
1. Heygalíð (Útibarnagarðurin Látipípan)
2. við Gjáarlon
3. Reynslíð (eldrasambýlið)
4. Toftavegur (skúlin)
5. Ovari Vegur (inn til Hallarveg)
6. Hallarvegur (læknin og skúlin)
7. Leitisvegur
8. Garðatún
9. Rógvuvegur (oman til Byrgisveg)
10. Byrgisvegur
11. Guðrunartún
12. Rógvuvegur (omaneftir frá Byrgisvegi)
13. Gerðisvegur (úteftir frá Rógvuvegi)
14. Gerðisgøta
15. Gerðisvegur (inneftir frá Rógvuvegi)
16. Flatnavegur
17. Skálavegur
18. Sjóvartún
19. Bakkavegur (úteftir frá Havnargøtu)
20. Heygatún
21. Fløttisgøta
22. Heygagøta (út til Robert Magnussen)
Vanliga verður byrjað kl. 05.00.
Kemur nógvur kavi niður um kvøldið og um náttina, verður byrjað fyrr.
Eru líkindini sera vánalig við kavaroki, nógvum vindi og vánaligum sýni, verður bíðað, til sýnið gerst betur. Hetta verður gjørt, tí at tað er sera torført at grava undir slíkum umstøðum, bæði tí at vegirnir nógva staðni eru smalir, og at tað tí er skjótt at renna grevið í okkurt, men serliga tí at fólk, sum ganga úti í slíkum veðri, ofta leita sær út á vegin, tí at har er best at ganga.
Hendan kavagrevstrarætlan verður í høvuðsheitinum brúkt, um nógvur kavi legst, og fólk ikki sleppa frá húsum vil bilum sínum.
Um útlit eru fyri nógvum kava, verður heitt á fólk, sum skulu avbygd við bili, um at seta bilin á eitt av parkeringsøkjunum við høvuðsvegirnar. Heitt verður á fólk um at hava spaka við til tess at grava kavan burtur, sum legst fyri bilin, tá maskinan grevur framvið.