Vestmanna Kommuna hevur undirskrivað samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum í bygdini.
Um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á
tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.
Áðrenn djór verður útflýggjað ánaranum, verður kravt gjald fyri upptøku og vistarhald av djórinum; gjaldið er ásett av Føroya Landfúta. Verður t.d. ein hundur tikin í varðveitslu, kostar tað kr. 425,- at fáa hann aftur, um hetta verður gjørt beinanveg. Fyri hvørt byrjað samdøgur verða lagdar kr. 125,- aftur at rokningini, sum skal gjaldast til løgregluna.
Hevur eigarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.
Samstarvsavtalan sæst her.