Millum áirnar Hórará og Gjógvará lógu tríggir gamlir býlingar: í Skálum, í Gørðum og í Toftum. Markatalið millum áirnar er 24 merkur og tvær gyllin. Fornfrøðingar halda, at av hesum trimum býlingunum hevur Garðar verið høvuðsbýlingurin. Ein onnur á, Garðará, rennur gjøgnum Garðar, og taka vit hesa ánna sum mark, so býtir hon henda partin av bønum í helvt, 12 merkur uttanfyri og 12 merkur og tveir gyllin innanfyri.
Sjúrðarstova, Garðastova, Hoygarðurin, Sornhúsið og í Lon eru gomul húsanøvn í Gørðum. Sornhúsið var bygt seinast í 1820’unum. Núverandi Sjúrðarstova er frá 1848, og er millum elstu hús, sum enn standa uppi í Vestmanna. Gamla Garðastova stóð millum Hoygarðin og Sjúrðarstovu.
Sjórænarar rændu í Vestmanna í 1615, men teir vóru tiknir av danska kommandantinum Jørgen Daa og hongdir í gálga. Fýra vestmenningar vitnaðu á tingi í 1616 um hendingina, og ein av hesum fýra var Michel Joensen, Mikkjal í Gørðum, ið helst er Garða-Mikkjal, ið skal vera tann fyrsti, teir vita frá at siga í Garðastovu.
Uttan fyri Garðar er býlingurin Mikkatrøð. Eitt av húsunum har eitur í Skúla. Har var fyrsti skúli hildin í Vestmanna.