Valevnislistar til kommunuvalið 12. novembur 2024 mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. oktober kl. 18.00, tríggjar vikur undan valdegnum.
Í sambandi við freistina at lata valevnislistar inn, verður kommunuskrivstovan opin til kl. 18:00, týsdagin 22. oktobur 2024.
Valnevndarforkvinnan er Maud Poulsen, tlf. 584745.
Stillarar
Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.
Listin skal vera latin inn av einum stillara.
Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann strikaður á øllum listunum.
Valevni
Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygdarráðslimum, ið skulu verða valdir. Í Vestmanna Kommunu kunnu tað vera upp til 11 valevni á hvørjum valevnislista.
Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum.
Ein persónur kann bert vera uppstillaður á einum lista.