Staðið er stongt í kvøld
Fyri veður er Staðið stongt í kvøld.
Nógvur kavi er komin niður og tað kavar framvegis. Tað er ringt sýni í bygdini. Hetta merkir eisini, at tað er ringt sýni hjá okkara kavaruddarum, hetta kann gera tað trupult at koma runt í bygdini.
Bygdarráðsfundur verður týsdagin 26. novembur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Vegna væntandi forfall til bygdaráðsfundin, sum varð settur á skrá til mikudagin 27. novembur 2024, er fundurin framskundaður til týsdagin tann 26. november 2024 kl. 17:00. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 317 Stýrisskipan fyri Vestmanna Kommunu – 2. viðgerð…
Á eyka bygdarráðsfundi í gjár tann 18. novembur 2024 varð einmælt samtykt at skipa bygdarráðið sambært fundinum tann 14. novembur 2024, og at setanarbrøkur borgarstjórans er settur til 1/1. Nývalda bygdarráðið hevur skipað seg – Vestmanna kommuna Til aðrar nevndir og umboð varð einmælt samtykt at velja: Har annað ikki er ásett, velja nevndirnar…
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara. Søkt verður eftir: Einum námsfrøðingi til Barnagarðin…
Vestmanna kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólkið til Kongskjallaran (frítíðaransingin) at arbeiða 2 tímar um dagin aðru hvørja viku. Arbeiðsuppgávur: Starvið í Kongskjallaranum inniber alla dagliga reingerð av frítíðaransingini. Persónligir eginleikar: Álítandi og ábyrgdarfull/ur Samstarvssinnað/ur og jalig/ur Røkin og arbeiðsom/samur Fleksibul og tolir broytingar Setanarviðurskifti: Talan er um tímalønt starv, sum verður…
Eyka bygdarráðsfundur verður mánadagin 18. novembur 2024, kl. 20.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 1 Skipan av bygdarráðnum J.nr.: 8403002-1-2024 Mál 2 Val av nevndum og umboðum J.nr.: 22042-2-2024 Mál 3 Setanarbrøkur borgarstjórans J.nr.: 8403002-2-2024 Bygdarráðið er innkallað av fyrstvalda liminum, Sáru Jógvansdóttir.
Tað verður Sára Jógvansdóttir, sum tekur við borgarstjórasessinum í Vestmanna kommunu 1. januar 2025. Á bygdarráðsfundi í kvøld var full semja um, at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarastjóra og Símin Jákup Højsted sum varaborgarstjóra næstu fýra árini. Hon var fyrstvald á kommunuvalinum týsdagin, ímeðan hann var næstvaldur. Sjey fólk sita í bygdarráðnu í Vestmanna. Á…
Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri arbeiði hansara við føroyskum máli. Rættiligur hátíðardamur var í riddarasalinum í Kongsborgini í Uppsala, har eini 200 fólk vóru savnað, tá ið vestmenningurin Jonhard Mikkelsen fekk handað Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris upp á 60.000 svenskar krónur við hesi grundgeving:…
Umframt bygdarráðsval, var eisini val til skúlastýrið í gjár tann 12. novembur 2024. Úrslitið Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av skúlastýrisvalinum var, at hesi trý vórðu vald. Jona Seloy Magnus Debess Madsen Fríðunn Vestergaard Atkvøðubýtið Anja Heinesen 20 Fríðunn Vestergaard 27 Grímur Sundstein 15 Jona Seloy 44 Linda Johannesen 10 Magnus Debess…
Til kommunuvalið var ein listi komin inn við 11 valevnum. Tilsamans 775 borgarar atkvøddu. Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av kommunuvalinum var, at hesi sjey vórðu vald: Sára Jógvansdóttir 145 Símun Jákup Højsted 138 Anja Haldansen 100 Karl A. Olsen 68 Pauli Magnussen 65 Jákup S. Jóannesarson 49 Janus Atli Jensen 43 Akvøðurnar…
Fyrr í ár fekk borgarstjórin vitjan av 7. flokki (nú 8. flokkur) í Vestmanna Skúla. Endamálið við vitjanini var at læra eitt sindur um hvat uppgávan hjá eini kommunu er. Bjørg á Rógvi, borgarstjórin nýtti samstundis høvi til at spyrja hesi ungu, um tey høvdu nøkur ítøkilig ynski til kommununa og smæddust tey ikki…
Aftur í dag verður arbeitt uppá vatnveitingina og verður tískil óstøðugt vatntrýst í niðasta parti av Hornavegi og ytsta parti av bygdini. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.
Nú fáa hundaeigarar í Vestmanna eitt innhegnað økið, har hundar kunnu renna leysir undir ábyrgd eigarans. Tað eru hundaeigarar sjálvir, sum hava tikið stig til at fáa øki til leysgangandi hundar. Tað var í oktobur 2023 at Trivnaðar- og umhvørvisnendin heitti á Fíggjarnevndina um at lata hundaeigarunum tilfarið og vísti til økið niðanfyri…
Vegna arbeiði uppá vatnveiting verður óstøðugt vatntrýst í niðasta parti av Hornavegi og ytsta parti av bygdini. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.
Nú kanst tú bóka hallir og hølir í Vestmanna skúla umvegis hallarskipanina vestmanna.hallir.com Vestmanna kommuna hevur fleiri hølir, ið borgarar og felagsskapir kunnu leiga. Hallarskipnain er royndarkoyrd í eina tíð og fyri at lætta um hjá borgarunum at bóka og fáa yvirlit yvir tøkar tíðir, hevur kommunan tikið hallarskipanina vestmanna.hallir.com í brúk. Endamálið er…
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á tlf. 770 100 í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 11. novembur 2024.
Valevnini í Vestmanna skipa fyri felags valfundi á Miðnámi fríggjakvøldið 8. novembur 2024 kl. 20.00. Ymisk evni verða umrødd og eisini fáa áhoyrarnir møguleika at seta valevnunum spurningar. Orðstýrari verður Helgi Jacobsen, journalistur og vestmenningur. Vestmanna komuna stuðlar tiltakinum, og letur eisini stuðul til næmingar á Miðnám sum hjálpa til. Møtið fjølment.
Skattalistin fyri árið 2023 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 5. novembur til og við 19. novembur 2024 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Sermerktur bonkur settur upp á Reyða Torginum í Vestmanna. Á bonkinum stendur skrivað: Visti tú, at altsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar! Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Ætlanin við bonkinum er, at hann skal leggja…
Mentanarnevndin hevur samtykt, at Silja Strøm skal prýða móttøkuna hjá Vestmanna kommunu. Hetta er ein liður í arbeiðinum hjá nevndini at uppraðfesta list í bygdini og at vísa á øll tey dugnaligu listafólkini, sum eru sprottin úr bygdini. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, leggur dent á, at Bygdarráðið hevur skyldu til at raðfesta list og…
Kommunuval verður týsdagin 12. novembur 2024. Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 11. novembur 2024. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á…
Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni fríggjadagin 1. november kl. 15 við Mariu Summers Nolsøe, presti. Vestmanna Sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Hesi størv eru leys at søkja: 1 heilsuhjálpari til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir avtalu at byrja skjótast gjørligt 1 heilsuhjálpari til Korndalsbýlið á Eiði, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum…