Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu
Í samband við boring av holi til jarðhita verður niðari vegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu frá mánamorgni 24. oktober kl. 8.00, til arbeiðið er liðugt
Í samband við boring av holi til jarðhita verður niðari vegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu frá mánamorgni 24. oktober kl. 8.00, til arbeiðið er liðugt
TIL VELJARAR TIL FÓLKATINGSVALIÐ 31. OKTOBUR 2022 Í VESTMANNA KOMMUNU Atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober, í ítróttarhøllini. Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við fríggjadagin…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 26. oktobur 2022, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 139 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um leiðreglur fyri mentanarstuðul. J.nr.: 1002-3-2022 Mál 140 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um umraðfesting av játtan til asfaltering ymsa staðni í bygdini til 2. viðgerð J.nr.: 50002-1-2022 Mál 141 Tilmæli frá…
Enn eru nøkur pláss eftir á fleiri skeiðum: Vestmanna: Føroyskt fyri úlendingar – Sangkór – Seyming – Handarbeiði – Frálæra í Bridge – Buksir til føroysk klæði – Vestur til føroysk klæði – Glasarbeiði – Matskeið fyri 2 ættarlið – Vikuskiftisskeið í tekning – Føroyskt teknmál – Koyrikort til prutl Kvívík: Maskinbinding – Træsmíð –…
Týsdagin 18. oktober kl. 14 verður ókeypis fimleikaframsýning í ítróttarhøllini í Vestmanna, har øll eru hjartaliga vælkomin. Aftaná framsýningina verður verkstova fyri børn. Meira kann lesast her: Viborg Elitehold vitjar Støkk
Við hesum verður sagt frá, at Pero Sore, er settur sum kommunulæknaavloysari, í Læknaviðtaluni í Vestmanna. Pero fer at starvast í læknaviðtaluni, saman við núverandi sjúkrarøktarfrøðingum, í tíðarskeiðinum: frá 17. oktober, til og við 30. oktober. frá 31. oktober, til og við 6. november frá 2. desember, til og við 11. desember
Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum, at seta skjótast gjørligt. Starvsbrøkur eftir nærri avtalu. VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss, í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara. Førleikakrøv Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur. Góð samstarvs- og samskiftisevni. Telduførleika á brúkarastøði. Koyrikort…
Byrgisvegur 19 og úteftir er stongdur, í samband við boring til jarðhita. Frá mánadegnum 10. oktober 2022 kl 08:00, til arbeiði er liðugt.
Síðan 2015, hevur Vestmanna Kommuna einans bygt við grønum orku loysnum. Skrivstovan hjá Vestmanna Kommunu, læknamiðstøðin og frítíðarstovan koyra við grønari orku. Aðrir bygningar hjá kommununi hava hitapumpur, fyri at minka um co2 útlátið. Nú er eisini fari undir arbeiðið, at leggja um til grøna orku, á Brandstøðini. Í løtuni er arbeiði í…
Hósdagin 6.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl 15.00 Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 22/23. Tilmeldingin…
Vestmanna Kommuna fer í næstum undir átak ímóti útiløgukøttum og fer, í hesum sambandi, at seta fellur upp. Fyrstu fellurnar verða settar upp mánadagin, tann 10. oktober. Fyri at sleppa undan, at tamar kettur/frensar enda í felluni og av misgávum verða avlívaðar, verður heitt á eigararnar, um at seta frámerki á kettuna/frensin, um…
Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar. Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:…
Fyribils upplatingartíðir á Staðnum eru: Hvørt mikukvøld og annaðhvørt hóskvøld / fríggjakvøld.
Vestmanna kommuna leitar í hesum døgum eftir agrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ. Bygdarráðið ynskir at raðfesta tilboðið til børn og ung í bygdini hægri. Umframt karmar til hugnaliga, spennandi og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin, at STAÐIÐ skal verða ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, ímillum børn frá 4. flokki og tey ungu.…
Gráa ruskposan kenna vit øll, tí hann verður brúktur til dagliga húsarhaldsruskið. Hvørja viku heinta innsavnarar frá IRF gráa posan, og tú varnast alt fyri eitt, hvussu týdningarmikið innsavningararbeiðið er, um ruskið av onkrari orsøk ikki verður heintað. Tí er skilagott at kanna, um tín grái posi livir upp til krøvini í dagførdu reglugerðini, sum…
Boðað er frá nógvum vindi Í hesum sambandi vilja vit minna á, at fólk mugu rudda burtur alt, ið liggur leyst uttanfyri og kann fara á flog í vindinum.
Húsarhaldsposarnir verða heintaðir týsdagin 27. september
Í vetur skipar Norðstreymoyar dansifelag fyri barnadansi, fyri børn í øllum aldri. Nær: Hvørt sunnukvøld frá kl. 16:30, til kl. 18:00 Hvar: Í auluni í Vestmanna Skúla Byrja verður sunnukvøldið 2. oktober. Ætlanin er at kvøða, hoyra søgurnar úr kvæðunum og spæla spøl saman.
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 28. septembur 2022, kl. 17:00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 123 Tilmæli frá Teknisku Nevnd til umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 153 og matr. nr. 94a J.nr.: 230022-11-2022 Mál 124 Tilmæli frá Mentunarnevndini um støðumeting av bygningunum – Vestmanna Skúli J.nr.: 8220002-1-2022…
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi, til Heimatænastuna í VEKS, at seta skjótast til ber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv, har tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Arbeiðsstaður Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi. sum eisini…
Kvívíkar Kommuna skipar fyri Síðsummarhugna í morgin, fríggjadagin tann 16. september, á Válinum. Skráin er fjølbroytt og leggur upp til hugna og samveru fyri fólk í øllum aldri.
Takk fyri hesa ferð! Sum myndin vísur, savnaðust nógv fólk til felags morgunmatin á Vestmannadøgunum. 42 ymisk og væleydnaði tiltøk hava verði undanfarnu vikuna. Vestmannadagar verða aftur í 2023, í viku 36
Avlýsing sunnudagin 11. septembur 2022 kl 14:00 Gongutúrur Niðan gjøgnum Fossá og Bjarnadal og haðani niðan á Loysingafjall er avlýstur vegna veður. Vitja VÍF Kappróður í dag VÍF Kappróður skipar fyri tiltøkunum í Neystinum í dag frá kl 16:00 – 18:00. Innkomni peningurin fer til eitt nýtt fimm-mannafar. Vestmannadagar 2022
Guðrið Hansdóttir er føroyskur sangari og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum í nærum 20 ár. Eftir at seinasta útgávan “Painted Fire” kom út, hevur ikki verið so nógv at hoyrt, til songkvinnuna. Í ár er hon komin sterkt aftur við eini nýggjari útgávu, við heitinum “Gult myrkur”. Í Silkienni fer…